torsdag den 22. november 2007

Vikan vid at vera lidug

Hey nu hava Susanne og Leif familju a vitjan, so tey eru farin ein tur til Eldoret at vitja Soren og Birgitte, eitt danskt par fra Esbjerg, sum eru her og byggja kirkjutok, so nu eru vit einsamoll a borgini ;-)
Vit arbeida vid at faa kort fra endurnytslu pappirinum lidug. So at tey kunnu fara i handlarnir, eisini sultutoy og skrapbokur. Hallgerd ger merkisedlar til alt, so tad er eisini ein rugva av arbeidi, ta id vit koma heim um kvoldid. Harafturat skulu jolakortini til studlar/kirkjur eisini gerast lidug og klar at senda, haldi at Hallgerd er komin halvan veg nu.
Annars so mala vit gomul skulabord fra Danmark, so tey eru klar, ta id gentuhusid er lidugt. Hendrik heingir stengur upp til brusuforhang.
I morgin og til og vid sunnudegnum taka vit fri. Vit fara til Masai Mara National Park og skulu sova a Sarova Hotel 2 naetur. Haldi tad er moguligt at siggja myndir a netinum. Vit fara saman vid Lene og Bente. Men vaenti vit taka jolakortini vid, so tey bliva lidug:-)
Annars so eru tit vaelkomin til at senda okkum teldupost, vit fraetta ikki so nogv ur FO.

søndag den 18. november 2007

Lake Baringo

I dag hava vit verid i kirkju og uti og etid. Nu slappa vit av i bynum adrenn vit fara heim at sola okkum. I gjar voru vit i lake Baringo vid Jens, har vit sou krokudillur og nogvar ymiskar fuglar, harimillum afrikanska fiskaorn. Har voru eisini stor fyrbein. Hallgerd og Lene voru badar sjukar medan vit voru har, taer spygu. Men har er eisini ogiliga heitt.
Nu er hallgerd frisk aftur og utsletti er vid at fara burtur. Hon hevur fingid eitt annad malariamedisin, id ikki inniheldur sulfur, ti tey halda at hon er allergisk fyri ti evninum.
So nu verdur betur:o)

torsdag den 15. november 2007

Provtokurnar lidnar

Tad er ein storur laetti hja teimum i 8. flokki at vera lidug vid sinar provtokur, tad hevur verid hart hja teimum.
Ta provtokur eru her i Kenya, er tad ikki sum har heima, folk fra herdinum eru og halda vakt, og urslitini verda kunngrord i sjonvarpi og utvarpi, so tad stendur nogv a teimum i 8. flokki.

Vit eru lidug at hava aktivitetir vid teimum ungu sum ikki skuldu til provtoku, tad hava verid 3 godir og stuttligir dagar.

I dag seinnapart vitjadu vit eitt barnafongsul, tad var eitt undarligt upplivilsi. Vit fingu eisini loyvi til at tosa til teirra, men hvat skal ein siga, vit vistu ikki. Vit sungu ein sang og so hevdi Anne Katrine, systirdottir Susanne, eina sogu. Familjan hja Anne Katrine kemur i morgin, men hon kom eina viku adrenn. So tey fara at halda feriu her nidri fra manadegnum av.

Hallgerd hevur okkurt soleksem ella liknandi, moguliga ein reaktion fra malariamedisininum vit taka, men hon hevdi tad ikki seinast, so vit vita ikki ordiliga. Hon skal helst til laeknan skjott, um tad ikki fer burtur.

I morgin byrjar so gerandisdagurin aftur.

mandag den 12. november 2007

Provtoka og annad

Ja nu byrja folk at kenna okkum aftur her nidri so tey renna ikki aftana og ropa "mzungu, mzungu"
Og tey sum vit kenna bliva klokk ta id Hallgerd kann siga hvat tey tosa um. Hon er vid at skilja naestan alt og roynir at tosa.
I dag hava verid fyrireikingar til provtoku og i morgin byrjar sjalv provtokan, har allir 8. flokkar kring alt landid skulu sita til KCP (nakad tad sama sum frafaringarroynd folkaskulans).
Tad er sera gott eftirlit hesar dagarnar. Ongin born eru i skula, og ta barnaheimid er a somu grund sum skulin mugu vit roynd at halda tey i frid i morgin vid kortspolum, tekning og fyri tey storu vera handaligar verkaetlanir.
Naestuferd leggja vit helst myndir av ti ut i stadin fyri at skriva.
Annars so voru vit i kirkju i gjar, tad var ikki so leingi, bara fra 9-12
og so ungdomsmoti kl.16
Nu er trummusettid, sum ungdomsbolkurin a SDG hevur goldid komin til Nakuru. Vit bida vid at taka tad oman til sentrid til provtokan er lidug;-)
Men tad eru longu fleiri sum vilja laera at spaela trummur.
Nu fara lene og Bente i fitness, men vit fara bara heim at slappa av. Tad verdur kanska i morgin.

onsdag den 7. november 2007

Komin i gongd

Ja dagarnir ganga skjott. Men nu vilja vit skriva um nakad av ti vit hava upplivad. Og tad verdur uttan og strikur uppi yvir ella gjognum nakran bokstav.
Av ti at internetid har sum vit bugva er seint og dyrt, so eru vit a internetcafe nu.

sunnudagin voru vit i kirkju i New creation naer vid har sum vit bugva, tad var festligt og gott. Aftana otu vit uti a kinesiskari matstovu. Tad oysti nidur. Vit voru raettiliga troytt, ta id vit komu heim. Motid vardi 4 timar, ella ta foru vit.

Manadagin byrjadu vit vid at keypa inn til tad arbeidi, sum vit skulu gera a gentuheiminum. Hendrik skal hanga wc-rulluhaldarar, sapuskalir og badiforhang upp. Og hann ger tad saman vid John Kibet, sum tit kanska minnast fra filminum "gadedrengen fra Nakuru".
Hallgerd og tvaer danskar konur, sum eru her, standa fyri vaskingini. Nakrar afrikanskar konur hjalpa til, so tad gongur sindu skjotari.
Komandi viku skal husid vera reint, ti ta skal 8. fl til provtoku, so oll skulu vera fridalig. Og tad kann vera torfort, ta i 40 onnur born eru uttanfyri, so vit fara at hava aktivitetir i gentuhusinum. Ti er tad umradandi at vit faa husid lidugt hesa vikuna, sjalvt um Susanne og Leif og Lene og Bente fara til Nairobi i morgin og koma ikki aftur fyrr enn friggjadagin.

Annars so hava Hendrik og John gjort hava i dag uttanfyri gentuhusid, inntil tad byrjadi at regna, so fingu teir tid at tosa.

Vaentandi kemur trummusettid vid til nakuru friggjadagin.

lørdag den 3. november 2007

Ja alt gongur jú seinni her...

Vit eru komin til Kenya í øllum góðum. Og sjálvt um vit vóru heima her í Nakuru t. 1. Nov um kvøldið, so hava ikki havt tíð at skriva fyrr enn nú. Tað kvøldið vit komu, skuldu vit beinleiðis út at vitja eina afrikanska familju. Tað er ein ungur maður, sum var ein av teimum fyrstu dreingjunum at flyta inn á NLBH í 1997/1998, sum hevði bjóðað okkum heim.
Hann er giftur og eigur ein lítlan son. Tey búgva í einum rúmi, sum tey so sjálvi hava deilt upp í tvey við einum forhangi. Tey gjalda uml. 180ksh fyri rúmið um mánaðan, tað er uml. 18 kr, men haraftur ímóti, so er tað eisini fleiri metrar at ganga til wc/vaskistaðið, sum 10 familjur hava saman. Men tey vóru annars bæði blíð og tí, og glað fyri at vit kundu koma.
Fríggjadagin 2. Nov. Var so fyrsti dagurin niðri á heimunum og skúlanum, so tá vísti Hallgerð, Hendrik runt og heilsaði upp á nógv fólk. Tað er jú ein partur av mentanini at heilsa og tosa túnatos, sum vit kunnu kalla tað. Hendrik skal læra eina rúgvu av nøvnum, so tað kann virka møtimikið.
Vit vóru so eisini á fundi, har vit tosaðu um hvat vit kunnu gera komandi mánaðan. Tað eru tvær konur úr Danmark, sum hava tikið frí frá familju og arbeiði í ein mánaða fyri at hjálpa til, og tær hava eina rúgvu av hugskotum, sum vit so skulu seta í gongd her. Harav er tað mest spennandi helst endurnýtsla av pappíri, halda vit.
Annars so hava vit tað gott og búgva í einum lítlum húsi fyri okkum sjálvi, her vit skulu royna at búleikast:o) So í morgin skulu vit keypa inn og gera klárt. Hallgerð er glað fyri at vera aftur eftir eitt ár. Og øll kenna hana aftur, tey hava eitt gott minni. Sjálvt fólk hon ikki minnist sjálv kenna hana aftur og minnast hennara navn.