tirsdag den 31. juli 2007

Drypp, drypp, drypp

Ja í dag dryppar tað, tað ikki bara dryppar, tað regnar, tað ikki bara regnar, tað oysir niður. Tað fyrsta eg hoyrdi í morgun var regn, og so feiðibilin sjálvandi. Tað fyrsta eg sá í morgun var eisini regn. Tú fært ikki hugt út fyri regnið og tú fært heldur ikki fari út fyri regni. Eg gjørdi eina roynd niðan í FK, hevði regnskjól við sjálvandi, so tað gekk fínt.... NIÐAN. Men á veg oman var tað so nógvur vindur at, tit kenna tað helst frá teknifilmum og filmum. Regnskjólið bognaði uppeftir. Huff, huff... Men eg og vøran komið væl heim. Tað skuldi bara mangla. So langt er tað nú heldur ikki at ganga. Men tit njótið veðrið, nú fari eg til GONGU til arbeiðis, hehe.

mandag den 30. juli 2007

Ólavsøkan av


Nú er ólavsøkan so av, og nú er tað "Útsalg, nei ikki aftur útsalg, hon keypir alt sum hon sær fyri pengarnar hjá mær..." Tvætl vit hava ikki verið á útsølu enn, men tað sær ut til at handlarnir hava úr at gera við útsølu. Har vit arbeiða er so eingin útsøla ENN.

Mær er komið fyri oyruni at MVGið skal gjaldast 10. august, og tí hava fleiri handlar fyri neyðini at fáa pengar í kassan nú. So tá ið tit fara á útsølu, kunnu tit hugsa um tað.

søndag den 29. juli 2007

Tingið verður sett


Í dag er ólavsøkudagur og tingfólk, landsstýrið og allir prestarnir eru júst komnir úr kirkjuni. Eftir guðstænastuna var kórsangur á tinghúsvøllinum. Nú bíða øll bara til at tingið verður sett og Jóanes Eidesgaard fer at halda sína seinastu løgmansrøðu í hesum valskeiðinum. Tað verður spennandi hvussu landsstýrið ætlar at takla tað heila, Sandoyar tunnil, valskipanina, fólkaskúlan og annað. Vónandi fer røðan at innihalda nakað av málsetningum, og vónandi verður alt ikki tað reina oyragass. Nú fáa vit at síggja.

lørdag den 28. juli 2007

Á tann deiliga Havn

Nú er Ólavsøka, so nú mugu tit koma til Havnar, og tit eru vælkomin á vitjan hjá okkum.

Men vit fara at hyggja eftir kappróðri, so bíða til aftaná róðrarnar.:)


fredag den 27. juli 2007

Vit fara til Kenya

Vit fara til Kenya 30. okt.
Nú eru ferðaseðlarnir komnir í hús, so nú vendist ikki aftur:)