tirsdag den 31. juli 2007

Drypp, drypp, drypp

Ja í dag dryppar tað, tað ikki bara dryppar, tað regnar, tað ikki bara regnar, tað oysir niður. Tað fyrsta eg hoyrdi í morgun var regn, og so feiðibilin sjálvandi. Tað fyrsta eg sá í morgun var eisini regn. Tú fært ikki hugt út fyri regnið og tú fært heldur ikki fari út fyri regni. Eg gjørdi eina roynd niðan í FK, hevði regnskjól við sjálvandi, so tað gekk fínt.... NIÐAN. Men á veg oman var tað so nógvur vindur at, tit kenna tað helst frá teknifilmum og filmum. Regnskjólið bognaði uppeftir. Huff, huff... Men eg og vøran komið væl heim. Tað skuldi bara mangla. So langt er tað nú heldur ikki at ganga. Men tit njótið veðrið, nú fari eg til GONGU til arbeiðis, hehe.

1 kommentar:

Miriam sagde ...

Poul: He he, tað ljóðar festligt, tað sum hendi við regnskjólinum :) Her hevur tað eisini regnað í allan dag. Eg hop at sólin kemur skjótt fram aftur...

Alt tað besta: Poul og Miriam :)