lørdag den 31. januar 2026

Safari

Seinastu dagarnar hava vit summað okkum, sodnað øll inntrykkini og hugsað um okkurt heilt annað. Vit hava verið í Masai Mara.

Tá ið vit avgjørdu at fara til Kenya, vildi eg fegin, at Masai Mara varð ein partur av ferðini.

Tað er her eg havi havt nakrar heilt fantastiskar náttúruupplivingar.


So vit bíløgdu tríggjar nætur í parkini og hava so notið at verið á safari.




Fyrsta stopp var at vitja eina Masaifamilju.

Har sóu vit og hoyrdu, hvussu tey liva, hvat hevur týdning fyri tey og eisini hvørjum tey liva av.

Masaiarar eru sera eyðkendir, teir eru fyri tað mesta í reyðum og hava eina serskilda mentan. Eftir teirra siði, so hava menninir fleiri konur.


Eins og alla aðrastaðni broytist teirra mentan eisini. Og øll eru ikki líka siðbundin. Í mun til fyri 11 árum síðan, so loyvdi hendan familjan, sum vit vitjaðu t.d. øllum børnunum at ganga í skúla. 

Tey umskóru heldur ikki gentur. Men tá eg spurdi, um ungi verturin skuldi hava fleiri konur, so nikkaði hann. Eg nevndi so fyri honum, at tað var ólógligt, men tá segði hann, at tað gistarmálið verður bert framt í teirra mentan, ikki juridiskt.


Húsið hevði eisini eina peru í rúminum, har børnini gjørdu skúlating. Peran var drivin av sólorku. Harafturat hevði takið eisini ein plastik dúk, sum er eitt stórt framstig í eini moldsmáttu.

Eftir teirra siði hava kvinnurnar bygt húsini, og tær hava eisini verið tær, sum mugu umvæla húsini, um tað kemur hol á takið ella lekur inn.

Eftir vitjanini vóru vit á veg inn í Masai Mara reservatið.




Í mun til hini støðini í Kenya, har man fer á safari, so er Masai Mara ikki ein park, har er einki hegn. 

Masai Mara er ein slætti, sum er friðaður, og har fólk ikki kunnu búgva. Men annars er eingin forðing fyri hvar djórini ferðast.

Á Tansania síðuni eitur slættin Serengeti. 



Vit sóu búfflar, giraffar, impalur og gasellur beinanvegin vit komu til Masai Mara.

Vit gingu ein túr fram við Mara ánni saman við einum ‘ranger’. Har vóru krokudillur og áarross.

Og eftir at hava leitað eina góða løtu, sóu vit eisini ein leopard, teir kunnu vera nokkso truplir at síggja.


Morgunin eftir sóu vit 10 leyvur veiða eina hyenu. Og longur frammi tríggjar leyvuungar.

Eitt orands upplivilsi. 

Seinni sama dag sóu vit 6 aðrar leyvur og nógvar fílar. Fyri bara at nevna nakað av tí, sum vit hava sæð á safari.



søndag den 25. januar 2026

Vikuskiftið

Dreingirnir hava notið vikuskiftið. Teir hava ikki havt skúlagongd, og vit hava havt møguleikan at svomið.


Leygarkvøldið var veitsla hjá børnunum í New Life. Og vit vóru saman við teimum og hinum gestunum. Tað var sera sterkt at hoyra søgur frá børnunum. Sera rørandi!


Gentur og dreingir, sum antin vóru illa viðfarin heima, sligin og bunað ella børn, sum høvdu mist foreldrini burtur osfr. Tey hava nú fingið eitt nýtt lív. Barnaverndarmyndugleikarnir í býnum høvdu tikið tey til New Life.


Vit møttu eisini okkara sponsorbørnum.



Sunnudagin vóru vit í kirkju, tvs. bara Hallgerð var alla gudstænastuna. Gudstænasturnar kunnu vera í so drúgvar her úti.


Sunnudagin seinnapart høvdu vit eina serliga løtu í samband við, at New Life bleiv 30 ár.

Tey høvdu savnað nógv av allarfyrstu børnunum. Og tey komu øll at siga takk. Hallgerð og Hendrik vóru við til løtuna.


Tað var ein heilt fantastisk løta, og søgurnar stóðu í mótsetning til leygarkvøldið, tí hesi vóru komin í gjøgnum arbeiðið og hava í dag familju, arbeiði osfr.




Har vóru timburmenn, lærarar, prestar, snikkarar, sálarfrøðingur og ein lækni ringdi, tí hann fekk ikki møtt, osfr.




Vit vóru heilt glað, tá ið vit komu heim sunnukvøldið.


lørdag den 24. januar 2026

Skrelliplássið 23. jan


Í morgun koyrdu vit niðan til Tumaini Jypia,, har vóru vit fyrst heilsað av skótunum.



Síðan fóru vit á skrelliplássið. Tað er stuttligt at síggja, at sjálvt aá veg út til skrelliplássið eru vegirnir blivnir betri við asfalti og øllum.


Tað er altíð eitt upplivilsi at vitja skrelliplássið í Nakuru. Mary, kokkurin á forskúlanum, tók okkum við út á plássið. Vit vitjaðu tvey heim og sóu annars umstøðurnar og keyptu onkur smáting frá teimum. Til seinastu sungu og dansaðu vit saman við teimum, Torben gav teimum eitt uppmuntrandi orð,, og tey bóðu fyri okkum.



Her talar Torben og ruskdungin sæst í bakgrundini. Tað økið er tíverri nógv vaksið.




Didda fekk eina gávu frá hesi ommuni.


Um middagsleitið slappaðu vit av, ótu og gjørdu skúlating. Aftaná fóru vit á souvenir marknað. Og seinnapartin fóru vit oman á skúlan til talentshow, har børnini sungu, spældu og dansaðu.

Adam framførdi við ballóndýrum, og Líggjas fekk ein lærara upp, bjóðaði honum Mentos. Tá hann fekk sær, leyp ein fjøður út. (Hann hevði fingið tað í Anders And blaðnum, sum Monica sendi við okkum)




Vinirnir hjá børnunum vóru eisini spentir at práta og hanga út aftaná skúlatíð.


torsdag den 22. januar 2026

Vitja NLAI

New Life Africa International


Í morgun høvdu vit sett okkum fyri, at vit máttu sova út 😊

Aftaná morgunmat var tað Hendriksa túrur at vera lærari, og tað var rokning, sum var í fokus.

Veðrið var til at sita uttanfyri og arbeiða 😊


So gekk leiðin oman í supermarketið, ein kaffimunn á Java og harfrá oman á New Life.


Økið og sjálvt arbeiðið hevur ment seg nógv síðan seinast. Nýtt dreingjahús, og nógvar ábøtur á økið og bygningar, m.a. Vatnborihol, so heimini hava reint heitt og kalt vatn.

Tað var gott at vera aftur á økinum og síggja nógv kend og eisini nýggj andlit. Kokkurin Okoth spurdi Hendrik beinanvegin: Hvar er Hallgerð?

Og vit møttu eisini fleiri av stóru dreingjunum.




Skúlin hevur uml. 500 næmingar. Vit vitjaðu 5. og 6. fl. Flokkarnir høvdu fyrireikað flottar framførslur fyri okkum. Sang, dans, talu o.a.

Vit vóru noydd til eisini at luttaka við onkrum. Tað vóru vit ikki ordiliga fyrireikað uppá. So tað bleiv: Mín Gud er so stórur og Høvd, akslar, knø og tær.




Í fríkorterinum fóru Adam og Bóas upp í fótbóltsdystin. Og teir fingu skjótt vinir, sum vildu hava teir við inn í tíma. So tá hini fóru heim valdu Hallgerð, Bóas og Adam at vera ein tíma longur.


Uttanfyri gentuheimið sást lítli havin, sum Hendrik plantaði við Kibet á sinni. Tit síggja hvussu høgur pálmin er nú.




Eg eri so takksom fyri Susanne og Leif. Tey hava ikki bara byrjað arbeiðið, men tey halda tí koyrandi, menna tað saman við starvsfólkunum, og halda seg allatíðina ajour við galdandi lógum um barnaheim og galdandi námsætlanum fyri skúlar. Tey ganga høgt uppí, at arbeiðið lýkur lógarkrøvini. 


Tað ber til at lesa meir á: www.newlife-africa.org


Vit vita, at nógv av okkara vinum og kenningum stuðla arbeiðinum.

Um onkur ynskir at gerast faddur, so kunnu tit eisini kontakta meg, so skal eg fáa tað í lag. 

Tak for denne gang Danmark

Vi havde 4 dage i Danmark, som vi brugte sammen med familie og venner.


Fredag og lørdag brugte vi i Jelling sammen med familien Næs Beck. det var dejligt at se familien og at de trives. Vi spillede badminton, så Færøerne spille uafgjort mod Sweitz i EM slutrunden og var i Vejle og svømmede. Tusind tak for gæstfriheden, god mad og alt 😊





Vi var glade for at kunne besøge familien Hansen i Horsens. De var så gæstfrie og hyggelige at være sammen med. Og Adam kom også ned i fitness at ro i romaskine.


Vi er så taknemmelige, at de kom til Adam’s konfirmation, og håber at se dem på Færøerne igen.


På søndag tog vi til Esbjerg, hvor vi besøgte Helle og Daniel Ottsen. Helle arbejder også som Tryllestøv ;)

Og børnene var meget spændte, de ville gerne holde alle dyrene de har: slange, ørkenrotter, kanin og andet. Vi kender Helle og Daniel fordi de kom og var ungdomsledere i Soli Deo Gloria, når vi var unge. Vi er så taknemmelige for at de kom. Det har været til stor velsignelse for os. De har lært os meget, selv om de kun var der i 6 måneder.




Denne blog kom lidt forsinket ud.

Vi har ikke haft så meget internet, men nu bliver der forhåbentlig internetforbindelse hver dag.

onsdag den 21. januar 2026

Nairobi

Vit hava havt ein fantastiskan dag í Nairobi, týsdagin 20. jan.

Tey gomlu vóru heima fyrra partin av degnum. Ferðin hevur verið long og strævin, og vit vóru tíðliga uppi.


Vit fóru ein túr á Karen Blixen museumið, har tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, hvussu ein dani búði í Kenya fyri 100 árum síðani. Tað var vakrasta hús í Nairobi økinum tá. Sjálvt táveranfi prinsurin av Wales vitjaði har.

Serliga stuttligt var at síggja kongaliga stellið, sum hon hevði við úr Danmark, leyvu- og leopardskinnini á gólvinum og veggjaklokkuna, sum hevur ein fugl sum kemur út í hvønn heilan tíma. Sum heild er økið deiliga friðaligt og vakurt.




Vit høvdu ætlað at farið til Boams of Kenya, men har verður ein stevnuhøll bygd, som vit broyttu ætlan.

So vit vístu børnunum giraffsentrið. Giraffaebtrið er bygt, tí Rothchild giraffarnir í eysturKenya vóru næstan útdeyðir, teir vóru komnir niður á 120 stk.


Tey taka so ungar giraffar, sum hava trupult við at koma undan, passa teir innan fyri eitt øki í 18-24mðr, og síðan verfða teir sleptir útaftur í øllum góðum. Øll, sum koma inn kunnu fáa nakrar grasperlur, sum man fær loyvi til at fóðra. 


Vit vóru heldig og ein giraffur kom yvir, so tað bleiv kapping um at geva og taka myndir. Vit fingu nakrar myndir.








Um kvøldið fóru vit øll á Carnivore matstovuna. Tað er ein heilt serlig matstova, sum er kend fyri at servera krokodillu og struts av og á.

Hon er sera undirhaldandi. Vit fingu alskyns kjøt grilla á eldi: neytariv, fisk (tilapia), høsnarungapylsur, neytakjøt, lambsriv, grísariv, strutsafrikadellur, lamstjógv, strutsalær, høsnarunga og kalkun, kjøtpylsur og tarvanossur. Afturvið var chips, eplabátar, ymsar salatir og sósir.

Børnini vóra sera djørv og røsk at royna matin. 

Áðrenn desertin kom á borðið, komu tænararnir syngjandi til lukku til Hallgerð 🥳

Eitt stórt upplivilsi! 😊