New Life Africa International
Í morgun høvdu vit sett okkum fyri, at vit máttu sova út 😊
Aftaná morgunmat var tað Hendriksa túrur at vera lærari, og tað var rokning, sum var í fokus.
Veðrið var til at sita uttanfyri og arbeiða 😊
So gekk leiðin oman í supermarketið, ein kaffimunn á Java og harfrá oman á New Life.
Økið og sjálvt arbeiðið hevur ment seg nógv síðan seinast. Nýtt dreingjahús, og nógvar ábøtur á økið og bygningar, m.a. Vatnborihol, so heimini hava reint heitt og kalt vatn.
Tað var gott at vera aftur á økinum og síggja nógv kend og eisini nýggj andlit. Kokkurin Okoth spurdi Hendrik beinanvegin: Hvar er Hallgerð?
Og vit møttu eisini fleiri av stóru dreingjunum.

Skúlin hevur uml. 500 næmingar. Vit vitjaðu 5. og 6. fl. Flokkarnir høvdu fyrireikað flottar framførslur fyri okkum. Sang, dans, talu o.a.
Vit vóru noydd til eisini at luttaka við onkrum. Tað vóru vit ikki ordiliga fyrireikað uppá. So tað bleiv: Mín Gud er so stórur og Høvd, akslar, knø og tær.

Í fríkorterinum fóru Adam og Bóas upp í fótbóltsdystin. Og teir fingu skjótt vinir, sum vildu hava teir við inn í tíma. So tá hini fóru heim valdu Hallgerð, Bóas og Adam at vera ein tíma longur.
Uttanfyri gentuheimið sást lítli havin, sum Hendrik plantaði við Kibet á sinni. Tit síggja hvussu høgur pálmin er nú.

Eg eri so takksom fyri Susanne og Leif. Tey hava ikki bara byrjað arbeiðið, men tey halda tí koyrandi, menna tað saman við starvsfólkunum, og halda seg allatíðina ajour við galdandi lógum um barnaheim og galdandi námsætlanum fyri skúlar. Tey ganga høgt uppí, at arbeiðið lýkur lógarkrøvini.
Tað ber til at lesa meir á: www.newlife-africa.org
Vit vita, at nógv av okkara vinum og kenningum stuðla arbeiðinum.
Um onkur ynskir at gerast faddur, so kunnu tit eisini kontakta meg, so skal eg fáa tað í lag.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar