søndag den 24. februar 2008

Langt síðan seinast

Vit búgva so í Klaksvík nú. Í morgun hevur tað kava eitt sindur, flykrurnar bráðna so hvørt, tí vegurin er vátur. So kavin liggur í fjøllunum. Í gjárkvøldið var nógvur vindur ymsastaðni kring landið, men her var eisini nakað av vindi. Dunkar og annað gott fóru sendandi eftir vegnum. Men vit halda at vindurin má vera givin uml.13 tíðina, tí tað hoyrdist onki og bæði hava sovið sera væl, sjálvt um vindeygað var beint móti vindinum. Ella er tað bara vit sum hava góðar svøvngávur...? ;o)
Í dag fara øll á SDG við bussi til havnar at hava møti í Filadelfia. Tað verður nakað stuttligt. Vit fara úr Klaksvík kl.15.30, væntandi verður tað ikki sum í Kenya, at vit skulu bíða nakrar tímar til øll eru klár at fara.
Vit fáa eisini gestir í dag til døgurða, tað verður ordiliga deiligt. Durita, Marta og Rannvá koma at vitja, sman við foreldrunum sjálvandi. Tíðin gongur so skjótt, at tað verður ikki leingi til at tær koma sjálvar. Men tað verður kanska eisini styttri.
Sum tær plaga at siga "Mamma sigur at tit fara at búgva síðina av okkum, tá ið vit fáa nýtt hús." Ja tað verður spennandi.

torsdag den 14. februar 2008

Búgva nú á SDG


Ja nú eru vit so komin upp á pláss aftur í Føroyum. Vit búgva í Klaksvík, í íbúðini á Soli Deo Gloria. Her hava vit gott pláss. Vit hava sum so ikki gjørt nakað við íbúðina uttan at flyta eitt sindur runt upp á møblar. Men tað er vorðið eitt sindur hugnaligt, halda vit. Í hvussu er hugnaligari... :o)

Vit hava ikki fingið nakað starv enn. Hendrik hevur verið til onkra samrøðu, men hann helt ikki, at tað starvið riggaði heilt, nú tá ið vit vilja vera saman við teimum ungu á SDG mikukvøld og hóskvøld.

Síðan vit komu heim hava vit eisini verið á venjingarskúlanum og fortalt um Kenya. Tað var stuttligt. Vit søgdu frá um Kenya og mannarættindi og høvdu eisini onkur ting við.

Dreingirnir vóru sera áhugaðir í svørðinum, sum Hendrik hevði býtt við ein Masai við ein kepp. Ein genta tók til um tey kundu býta um, um Hendrik fekk tveir keppar :o)

Vit vóna eisini at vit fáa møguleikan at koma út aðrastaðni at fortelja um túrin í Kenya.

mandag den 4. februar 2008

Heimkomin

Ja nú sita vit í Hvannasund. Tað var ein langur túrur, so tit hava onki hoyrt frá okkum. Tað var sera tungt at arbeiða hjá okkum og umstøðurnar eru nógvar broyttar. Vit vóru eisini biðin um at umhugsa støðuna, so eftir eina drúgva umhugsan, tóku vit avgerðina. Á vegnum fóru vit í brúdleyp í Hillerød, tað var eitt gott brúdleyp hjá Sólva og Ole André, sum nú eru í Tailandi í tríggjar vikur.
Mynd á myndasavni.