torsdag den 14. februar 2008

Búgva nú á SDG


Ja nú eru vit so komin upp á pláss aftur í Føroyum. Vit búgva í Klaksvík, í íbúðini á Soli Deo Gloria. Her hava vit gott pláss. Vit hava sum so ikki gjørt nakað við íbúðina uttan at flyta eitt sindur runt upp á møblar. Men tað er vorðið eitt sindur hugnaligt, halda vit. Í hvussu er hugnaligari... :o)

Vit hava ikki fingið nakað starv enn. Hendrik hevur verið til onkra samrøðu, men hann helt ikki, at tað starvið riggaði heilt, nú tá ið vit vilja vera saman við teimum ungu á SDG mikukvøld og hóskvøld.

Síðan vit komu heim hava vit eisini verið á venjingarskúlanum og fortalt um Kenya. Tað var stuttligt. Vit søgdu frá um Kenya og mannarættindi og høvdu eisini onkur ting við.

Dreingirnir vóru sera áhugaðir í svørðinum, sum Hendrik hevði býtt við ein Masai við ein kepp. Ein genta tók til um tey kundu býta um, um Hendrik fekk tveir keppar :o)

Vit vóna eisini at vit fáa møguleikan at koma út aðrastaðni at fortelja um túrin í Kenya.

Ingen kommentarer: