Vit høvdu tað gleði, at vit kundu fara á tríggjar heimavitjanir hjá børnum, sum ganga á New Life International School í Langalanga, Nakuru. Tað gjørdu vit saman við sosialráðgeva hjá NLAI.
Øll trý børnini hava føroyingar sum stuðlar, og eg fari at nevna tey við fornavni, so stuðlarnir kunnu vita, hvør tað er.
Fyrsta vitjanin var hjá Gloriu. Gloria gongur í Scondary School, so tað var ikki heilt lætt at møta henni. NLAI hava ikki sjálvi secondary kúla, so tá vera næmingarnir sendir á aðrar skúlar, meðan NLAI rindar fyri tey. Hon gongur á einum dagskúla, í Kenya er eisini sera vanligt við kostaskúlum, sum eru Secondary schools. VIt fóru saman við tveimum starvsfólkum hjá NLAI á skúlan at spyrja eftir henni, lærararnir vóru á lærarafundi, so tað var ein løta at finna flokslæraran. Okkara ørindi vóru at spyrja henni frí kl.14, so hon kundi vísa okkum heim til teirra. Eftir nakað av bíðitíð og práti aftur og fram og undirskriftir, so fekk gentan frí. Vit bjóðaðu okkum enntá til at senda hana aftur í skúlan seinni, men tað var ikki neyðugt søgdu tey, tí tað hendi ikki so nógv í dag.
Vit koyrdu so heim til Gloriu. Gloria fortaldi okkum, at hon gongur til og frá skúla hvønn dag. Hvønn morgun áðrenn kl.6 gongur hon í skúla, og mamma hennara fylgir henni hvønn morgun. Í myrkri eru nógvir vandar í Kenya, serliga fyri eina unga gentu, tí var sosialráðgevin sera glað at hoyra um stuðulin, sum gentan fær frá mammuni við at fylgja henni í skúla. Tað vísir, at hon ynskir ikki, at hendan skúlagongdin ikki skal vera til onkis.

Heima fortaldu tær okkum, at Gloria hevur fimm systkin, 3 systrar og 2 beiggjar, men øll búgva ikki heima longur. Yngsti beiggin gongur í 9. flokki hjá NLAI. Men elsta systirin, sum hevur tvey børn hevur mist mannin, og tí eru hon og børnini flutt inn til teirra, so tey eru seks fólk í eini lítlari íbúð á kanska 16m2. Tey hava felagsgarð, har tey vaska og turka klæðir, og hava eitt felagswc.
Tey búgva øgiliga nær við Lake Nakuru National Park, so tey hava eitt sindur av stríði av apum, sum royna at finna sær mat. Mamman segði, at apurnar kenna posarnar við mati, so tær kunnu gott taka hann frá tær, men blíva óðar, tá ið tað t.d. er mjøl, sum apurnar ikki eta.
Gloria klárar seg sera væl í skúlanum, hon liggur á einum B+, sum er sera gott. Hon ynskir at verða ein Neurosurgeon, tá ið hon er liðug við form 4 í secondary. Tað tók okkum øll á bóli, tá ið hon segði, at hon vildi vera neurokirurgur, tað ljóðar so tilvitað og sermerkt. Men við teimum karakterunum, sum hon hevur kann væl vera, at hon nær málinum. Skúlabørn, sum fáa stuðul frá NLAI kunnu fáa stuðul til víðari lestur, um tey klára seg væl í skúlanum, og man metir, at tey megna at taka eina universitetsútbúgving ella aðra útbúgving. Móðir og dóttir eru sera takksamar fyri stuðulin sum Gloria fær, tað ger tað møguligt at Gloria kann ganga í skúla, hon fær mat í skúlatíð, hon fær alt sum henni tørvar til skúlagongdina og eisini læknahjálp, um hon hevur tørv á tí. Alt hetta ber til við stuðli, tí mamman fær bara nøkur oyru fyri at vaska klæðir fyri fólk, og tað røkkur ikki langt.














