tirsdag den 3. februar 2026

New Life Africa International ger ein mun!

Í dag vóru vit í býnum. Fyrst keyptu vit frá Daniel, síðani vóru vit framvið fyritøkuni hjá Raymass. Teir eru báðir dreingir, sum búðu á dreingjaheiminum fyrr.



Tað er altíð hektiskt at vera í býnum og til handils, so vit høvdu tørv á einum steðgi.


Seinnapart fóru vit so heimavitjan hjá Marthu Nyambura. Hon segði, at hon búði beint við, men tað gekk ikki leingi til vit uppdagaðu, at vit kundu ikki ganga í øllum hitanum men máttu koyra. Tað var als ikki beint við, sjálvt um honum gonur aftur og fram í skúla hvønn dag.




Tá ið vit komu til portrið, vóru vit sindur ovfarin av, hvussu flott portrið var. Tað var næstan so, at vit hugsaðu, um hesi kundu hava tørv á hjálp. Men vit fingu annað at síggja.


Tá portrið fór upp síggja vit inn í ein garð. Har ganga dunnur, hønur, dúgvur og ein grísur.

Har eru trý hús. Ein timbur smátta á uml. 3m2.,  har stóribeiggi Marthu býr, eitt lítt lítið moldhús og eitt annað moldhús við 2 rúmum. Í tí størra búgva Martha, mamman, pápin og trý systkin. Elsta systirin er deyð 22 ára gomul.




Gentan hevði 5 systkin, pápin selur vatn á súkklu, tvs. hann súkklar út til kundar við dunkum av vatni. Hann hevur 5 20L dunkar á súkkluni hvørja ferð.

Mamman og pápin royna so at ala hesi djórini til matna og selja tey. Pengar eru fáir.

Á veg avstað møttu vit næstyngsta soninum. Hann var ikki í skúlabúna, og vit spurdu hví.

Vit fingu at vita, at hann gongur í 6. fl. í einum øðrum skúla. Men at eksamiugjaldið fyri eksamiuna í oktober skuldi gjaldast nú, og tey høvdu ikki 500ksh (25kr) at rinda tað. Tí hevði hann ikki verið í skúla.

Sosialráðgevin sum var við okkum gav teimum so tað, sum tey høvdu tørv á, so dagin eftir kundi hann fara aftur í skúla. 




Tað er ólógligt hjá børnum ikki at ganga í skúla, og tað liggja nógvir vandar í tí. Um ein slíkur drongur byrjar at reika í gøtunum kunnu tvey ting lættliga henda: hann kann koma í skeivt selskap, blíva partur av ólógligum virksemi og gerast misnýtari ella politiið finnur slík børn og tekur tey á støðina og so mugu myndugleikarnir og barnavernd finna útav, hvat skal gerast. Men hesin drongurin er aftur í skúla í morgin.


Og tað vakra portrið komst av, at tey leiga ein fjórðing av einum grundstykki hjá einum frægari húsi, og tí hevur eigarin sett vøkru portrini í. Her hava tey búð leingi og eru sera glað fyri tað.




Børnini eru signað at hava bæði foreldrini, flestu børn, sum vit møta, vaksa upp hjá einum foreldri og ella hjá ommu síni.


Tað var ein dagur við nógvum kontrastum, men at síggja, hvussu nøkur av børnunum klára seg í dag gevur veruliga mót og vón um, at NLAI ger ein stóran mun, og at stuðulin, sum tit sum stuðlar veita, flytur nakað.



Ingen kommentarer: