Seinastu dagarnar hava vit summað okkum, sodnað øll inntrykkini og hugsað um okkurt heilt annað. Vit hava verið í Masai Mara.
Tá ið vit avgjørdu at fara til Kenya, vildi eg fegin, at Masai Mara varð ein partur av ferðini.
Tað er her eg havi havt nakrar heilt fantastiskar náttúruupplivingar.
So vit bíløgdu tríggjar nætur í parkini og hava so notið at verið á safari.

Fyrsta stopp var at vitja eina Masaifamilju.
Har sóu vit og hoyrdu, hvussu tey liva, hvat hevur týdning fyri tey og eisini hvørjum tey liva av.
Masaiarar eru sera eyðkendir, teir eru fyri tað mesta í reyðum og hava eina serskilda mentan. Eftir teirra siði, so hava menninir fleiri konur.
Eins og alla aðrastaðni broytist teirra mentan eisini. Og øll eru ikki líka siðbundin. Í mun til fyri 11 árum síðan, so loyvdi hendan familjan, sum vit vitjaðu t.d. øllum børnunum at ganga í skúla.
Tey umskóru heldur ikki gentur. Men tá eg spurdi, um ungi verturin skuldi hava fleiri konur, so nikkaði hann. Eg nevndi so fyri honum, at tað var ólógligt, men tá segði hann, at tað gistarmálið verður bert framt í teirra mentan, ikki juridiskt.
Húsið hevði eisini eina peru í rúminum, har børnini gjørdu skúlating. Peran var drivin av sólorku. Harafturat hevði takið eisini ein plastik dúk, sum er eitt stórt framstig í eini moldsmáttu.
Eftir teirra siði hava kvinnurnar bygt húsini, og tær hava eisini verið tær, sum mugu umvæla húsini, um tað kemur hol á takið ella lekur inn.
Eftir vitjanini vóru vit á veg inn í Masai Mara reservatið.


Í mun til hini støðini í Kenya, har man fer á safari, so er Masai Mara ikki ein park, har er einki hegn.
Masai Mara er ein slætti, sum er friðaður, og har fólk ikki kunnu búgva. Men annars er eingin forðing fyri hvar djórini ferðast.
Á Tansania síðuni eitur slættin Serengeti.
Vit sóu búfflar, giraffar, impalur og gasellur beinanvegin vit komu til Masai Mara.
Vit gingu ein túr fram við Mara ánni saman við einum ‘ranger’. Har vóru krokudillur og áarross.
Og eftir at hava leitað eina góða løtu, sóu vit eisini ein leopard, teir kunnu vera nokkso truplir at síggja.
Morgunin eftir sóu vit 10 leyvur veiða eina hyenu. Og longur frammi tríggjar leyvuungar.
Eitt orands upplivilsi.
Seinni sama dag sóu vit 6 aðrar leyvur og nógvar fílar. Fyri bara at nevna nakað av tí, sum vit hava sæð á safari.





Ingen kommentarer:
Send en kommentar