Dreingirnir hava notið vikuskiftið. Teir hava ikki havt skúlagongd, og vit hava havt møguleikan at svomið.
Leygarkvøldið var veitsla hjá børnunum í New Life. Og vit vóru saman við teimum og hinum gestunum. Tað var sera sterkt at hoyra søgur frá børnunum. Sera rørandi!


Gentur og dreingir, sum antin vóru illa viðfarin heima, sligin og bunað ella børn, sum høvdu mist foreldrini burtur osfr. Tey hava nú fingið eitt nýtt lív. Barnaverndarmyndugleikarnir í býnum høvdu tikið tey til New Life.
Vit møttu eisini okkara sponsorbørnum.


Sunnudagin vóru vit í kirkju, tvs. bara Hallgerð var alla gudstænastuna. Gudstænasturnar kunnu vera í so drúgvar her úti.
Sunnudagin seinnapart høvdu vit eina serliga løtu í samband við, at New Life bleiv 30 ár.
Tey høvdu savnað nógv av allarfyrstu børnunum. Og tey komu øll at siga takk. Hallgerð og Hendrik vóru við til løtuna.
Tað var ein heilt fantastisk løta, og søgurnar stóðu í mótsetning til leygarkvøldið, tí hesi vóru komin í gjøgnum arbeiðið og hava í dag familju, arbeiði osfr.

Har vóru timburmenn, lærarar, prestar, snikkarar, sálarfrøðingur og ein lækni ringdi, tí hann fekk ikki møtt, osfr.

Vit vóru heilt glað, tá ið vit komu heim sunnukvøldið.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar