Vit hava havt ein fantastiskan dag í Nairobi, týsdagin 20. jan.
Tey gomlu vóru heima fyrra partin av degnum. Ferðin hevur verið long og strævin, og vit vóru tíðliga uppi.
Vit fóru ein túr á Karen Blixen museumið, har tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, hvussu ein dani búði í Kenya fyri 100 árum síðani. Tað var vakrasta hús í Nairobi økinum tá. Sjálvt táveranfi prinsurin av Wales vitjaði har.
Serliga stuttligt var at síggja kongaliga stellið, sum hon hevði við úr Danmark, leyvu- og leopardskinnini á gólvinum og veggjaklokkuna, sum hevur ein fugl sum kemur út í hvønn heilan tíma. Sum heild er økið deiliga friðaligt og vakurt.

Vit høvdu ætlað at farið til Boams of Kenya, men har verður ein stevnuhøll bygd, som vit broyttu ætlan.
So vit vístu børnunum giraffsentrið. Giraffaebtrið er bygt, tí Rothchild giraffarnir í eysturKenya vóru næstan útdeyðir, teir vóru komnir niður á 120 stk.
Tey taka so ungar giraffar, sum hava trupult við at koma undan, passa teir innan fyri eitt øki í 18-24mðr, og síðan verfða teir sleptir útaftur í øllum góðum. Øll, sum koma inn kunnu fáa nakrar grasperlur, sum man fær loyvi til at fóðra.
Vit vóru heldig og ein giraffur kom yvir, so tað bleiv kapping um at geva og taka myndir. Vit fingu nakrar myndir.



Um kvøldið fóru vit øll á Carnivore matstovuna. Tað er ein heilt serlig matstova, sum er kend fyri at servera krokodillu og struts av og á.
Hon er sera undirhaldandi. Vit fingu alskyns kjøt grilla á eldi: neytariv, fisk (tilapia), høsnarungapylsur, neytakjøt, lambsriv, grísariv, strutsafrikadellur, lamstjógv, strutsalær, høsnarunga og kalkun, kjøtpylsur og tarvanossur. Afturvið var chips, eplabátar, ymsar salatir og sósir.
Børnini vóra sera djørv og røsk at royna matin.
Áðrenn desertin kom á borðið, komu tænararnir syngjandi til lukku til Hallgerð 🥳
Eitt stórt upplivilsi! 😊

Ingen kommentarer:
Send en kommentar