lørdag den 3. november 2007

Ja alt gongur jú seinni her...

Vit eru komin til Kenya í øllum góðum. Og sjálvt um vit vóru heima her í Nakuru t. 1. Nov um kvøldið, so hava ikki havt tíð at skriva fyrr enn nú. Tað kvøldið vit komu, skuldu vit beinleiðis út at vitja eina afrikanska familju. Tað er ein ungur maður, sum var ein av teimum fyrstu dreingjunum at flyta inn á NLBH í 1997/1998, sum hevði bjóðað okkum heim.
Hann er giftur og eigur ein lítlan son. Tey búgva í einum rúmi, sum tey so sjálvi hava deilt upp í tvey við einum forhangi. Tey gjalda uml. 180ksh fyri rúmið um mánaðan, tað er uml. 18 kr, men haraftur ímóti, so er tað eisini fleiri metrar at ganga til wc/vaskistaðið, sum 10 familjur hava saman. Men tey vóru annars bæði blíð og tí, og glað fyri at vit kundu koma.
Fríggjadagin 2. Nov. Var so fyrsti dagurin niðri á heimunum og skúlanum, so tá vísti Hallgerð, Hendrik runt og heilsaði upp á nógv fólk. Tað er jú ein partur av mentanini at heilsa og tosa túnatos, sum vit kunnu kalla tað. Hendrik skal læra eina rúgvu av nøvnum, so tað kann virka møtimikið.
Vit vóru so eisini á fundi, har vit tosaðu um hvat vit kunnu gera komandi mánaðan. Tað eru tvær konur úr Danmark, sum hava tikið frí frá familju og arbeiði í ein mánaða fyri at hjálpa til, og tær hava eina rúgvu av hugskotum, sum vit so skulu seta í gongd her. Harav er tað mest spennandi helst endurnýtsla av pappíri, halda vit.
Annars so hava vit tað gott og búgva í einum lítlum húsi fyri okkum sjálvi, her vit skulu royna at búleikast:o) So í morgin skulu vit keypa inn og gera klárt. Hallgerð er glað fyri at vera aftur eftir eitt ár. Og øll kenna hana aftur, tey hava eitt gott minni. Sjálvt fólk hon ikki minnist sjálv kenna hana aftur og minnast hennara navn.

søndag den 28. oktober 2007

Eta í Danmark


Aftur ein dagur í Danmark er nú um at fara afturum.

Í dag hava vit verid á møti í Kristen Center í Herning, tad er har sum Helle og Daniel og eisini Hanna ganga.

Møti byrjadi kl 10:30, so tad var eitt sindur annarleidis enn vit eru von vid.

Aftaná møti fóru vit bædi og Hanna út at eta á Jensen's, nimmi nam tad smakkadi væl, og aftaná fóru vit heim til Hannu ein túr.

Í kvøld hava vit so verid heima hjá Helle og Daniel og etid og hugna okkum, og aftur etid.


Í morgin hava vit planlagt at fara til Sólvu á vitjan, men meira um tad seinni.

Coolir bilar og krúnhjørtakjøt


Ja í gjár vóru vit til størstu bilframsýning í Nordurlondum, "Biler for alle 2007".

Messan var her í herning, í Herning messecenter. Har vóru allir teir nýggju bilarnir á marknadinum. Vit sóu øll tey kendu merkini og so eisini teirra umhvørisvinarligu bilar, sum allir hava fingid sær nú. Har vóru eisini ferrari bilar og Porsche og adrir luksusdreymar, sum lógu uml. 3-6 milliónir. Har vóru eini gamlir bilar hjá teimum kongaligu og annad.

Um kvøldid lándu vit bilin frá Helle og Daniel og koyrdu til Maritu í Nr. Snede, har vit fingu gódan nátturda Krúnhjørt og epli og salat. Tad gekk gott at koyra aftur og fram, tí vit vóru so heppin at hava GPS ara í bilinum, so hann segdi nær vit skuldu venda og annad. "drej til venstr om 400 meter" ella "tag næste afkørsel i rundkørslen om 700 meter". So tad var ikki so torført.


Vit bædi átaka okkum skyldina av at tit ikki fáa nakra mynd frá bilaframsýningini, tí hóast vit hava tvey myndatól, so gloymdu vit bædi:-(

Men her kemur so ein frá internetinum.

fredag den 26. oktober 2007

Komin upp á pláss í Danmark

Kl.11 í morgun fóru vit so úr Føroyum, júst sum ætla. Miriam koyrdi okkum vestur, og vit fóru umbord á flogfari. Tad var nakad av hurlivasi í flogfarinum, tí at har var feilur í bookingini, men vit sluppu øll vid. Tad gjørdi at vit vóru nakad seinkad. Tad var fínt vedur at flúgva, men tad var sindur óbehagiligt fyri Hallgerd, tí at hon er forkølad. Daniel var eftir okkum í Billund, so tad gekk bara væl at koma upp á pláss.
Nú eru vit í landinum, har okkara drotning býr, tí hava vit onki ;-)

torsdag den 25. oktober 2007

Illveður forðar flogferðslu



Øll flogferðslan í dag er avlýst, vegna veður. Í dag hevur onki flogfar lent í Vágum og bara eitt er fari úr Vágum. Tað ger at tað møguliga verða seinkingar í morgin, tá ið vit skulu avstað.


Eftir ætlan skulu vit flúgva kl.11 í morgin, men sum nú er, er alt í bíðistøðu og vit mugu bíða til kl. 18 í kvøld at hoyra nærri.

Tað er gott at vit hava tikið fyrivarni við veðrinum og skulu ikki flúgva úr Kastrup fyrr enn týsdagin.

onsdag den 24. oktober 2007

Vit hava pakkað


Ja nú hava vit pakkað alt niður, sum vit skulu hava við. Tað tók sína tíð, men jújú.
Vit hava bert loyvi til at hava 23 kg í part við og tað skal bara vera eitt stk. taska/kuffert í part. Tað gjørdi tað sindur torført at finna tað røttu taskuna. Í dag hava vit so verið í býnum og keypt tað fullkomnað kuffertið. Tað er størt og so er tað grátt og appelsingult, so tað verður nemt at finna aftur;-)


Við í viðførinum hava vit mangt og hvat. Har eru sandalir, shorts, toppar og t-shirts, men eisini fleece jakkar, tí tey siga har er kalt fyri tíðina og tey frysta, t.e. 20 hitastig. Vænti ikki at vit høvdu fryst í Føroyum um tað vóru 20 hitastig;-)
Annars hava vit eisini undarlig ting so sum trummupinnar og metronom við, sum vit vóna at Hendrik fer at brúka:o) Vit mangla bara at pakka eitt niður og tað er 30 bøkur, sum vit skulu hava við, sum eru bílagdar á netinum. Síðst vit vistu, vóru tær ikki komnar til landið.
Væntandi hava vit tær í morgin:o)

tirsdag den 18. september 2007

Minnist til!

Minst til at vitja okkara nýggju leinkju, sum eitur hypokondarasíðan;-p

Vikuskifti í Mikladali

Í vikuskiftinum vóru vit bæði í Mikladali saman við nógvum ungum úr SDG. Vit vóru 32 ung tilsamans, so har var lív í. Vit gistu í avhaldshúsinum frá fríggjakvøldi til sunnudag. Har var gott at vera og nógvur matur, sum vit høvdu tikið við okkum. Leygardagin á leguni vóru fingu vit undirvísing, tað var ein ung genta, næstan kona, úr Havn, sum var komin allan vegin til Mikladals at vitja okkum. Tað var ordiliga áhugavert at hoyra hana. Hon er júst aftur komin frá bíbliuskúla, so hon kundi siga heilt greitt frá, hvussu alt hongur saman.
Vit halda at tey ungu dámdu væl leguna og at vera saman eitt vikuskifti. Tí vóna vit eisini at vit øll einaferð í framtíðini fara avstað aftur ein túr.
Takk fyri túrin saman:o)

mandag den 10. september 2007

Ung frá SDG fara til Mikladals


Ja nú verður tað stuttligt í vikuskiftinum 14.-16. sept. Tey ungu á SDG fara á legu í Mikladali, har tey fara at hugna sær saman. Ingigerð, ein genta úr Havn kemur at hava tvær undirvísingar leygardagin, men annars so fara tey ungu at sleppa framat eisini.

Í løtuni er eitt sindur óvist hvør kemur at standa fyri døgurðanum leygardagin, men eitt kann sigast, hann verður góður ;o)

Legan kostar 250kr og har er eingin handil, so tað verður bíligt:o) Um onkur allíkavæl verður skundsvangur, so er gott at hava okkurt gott í viðførinum.

Og sum altíð, so er eitt sindur torført at siga nakað um hvussu veðrið verður, men neyðugt er at hava klæði við til tað føroyska veðurlagið.

Og enn einaferð skulu vit minna á at vit ikki kenna so væl til brúsuviðurskiftini, so til gagn fyri øll, verða øll biðin um at fara í brúsu áðrenn tey koma:o)

Og tað er lívsneyðugt fyri øll at hava tannbust við;o)

So skulu vit nokk fáa eina góða legu, um tit vilja.

hns

Nú koyra vit í bussi...


Ikki enn, men skjótt so kunnu vit øll fara at koyra busstúr við Hendrik ella Theodor sum førara.

Ja teir dríva á at lesa og eru til teori hvørt mána- og mikukvøld.

Væntandi verða teir lidnir innan ein mánaða, so tá kunnu vit øll syngja: Nú koyra vit í bussi, hopp, hopp, hopp, hopp, hopp, hopp.....