Vit eru komin til Kenya í øllum góðum. Og sjálvt um vit vóru heima her í Nakuru t. 1. Nov um kvøldið, so hava ikki havt tíð at skriva fyrr enn nú. Tað kvøldið vit komu, skuldu vit beinleiðis út at vitja eina afrikanska familju. Tað er ein ungur maður, sum var ein av teimum fyrstu dreingjunum at flyta inn á NLBH í 1997/1998, sum hevði bjóðað okkum heim.
Hann er giftur og eigur ein lítlan son. Tey búgva í einum rúmi, sum tey so sjálvi hava deilt upp í tvey við einum forhangi. Tey gjalda uml. 180ksh fyri rúmið um mánaðan, tað er uml. 18 kr, men haraftur ímóti, so er tað eisini fleiri metrar at ganga til wc/vaskistaðið, sum 10 familjur hava saman. Men tey vóru annars bæði blíð og tí, og glað fyri at vit kundu koma.
Fríggjadagin 2. Nov. Var so fyrsti dagurin niðri á heimunum og skúlanum, so tá vísti Hallgerð, Hendrik runt og heilsaði upp á nógv fólk. Tað er jú ein partur av mentanini at heilsa og tosa túnatos, sum vit kunnu kalla tað. Hendrik skal læra eina rúgvu av nøvnum, so tað kann virka møtimikið.
Vit vóru so eisini á fundi, har vit tosaðu um hvat vit kunnu gera komandi mánaðan. Tað eru tvær konur úr Danmark, sum hava tikið frí frá familju og arbeiði í ein mánaða fyri at hjálpa til, og tær hava eina rúgvu av hugskotum, sum vit so skulu seta í gongd her. Harav er tað mest spennandi helst endurnýtsla av pappíri, halda vit.
Annars so hava vit tað gott og búgva í einum lítlum húsi fyri okkum sjálvi, her vit skulu royna at búleikast:o) So í morgin skulu vit keypa inn og gera klárt. Hallgerð er glað fyri at vera aftur eftir eitt ár. Og øll kenna hana aftur, tey hava eitt gott minni. Sjálvt fólk hon ikki minnist sjálv kenna hana aftur og minnast hennara navn.
lørdag den 3. november 2007
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
3 kommentarer:
Tað var gott at frætta. Alt tað besta.
Mamma og babba
ja,gott at hoyra frá tykkum, deiligt at tað hevur gingi gott, alt tað besta.´
Babba og mamma í Árnfirði
Stuttligt at kunnu fylgja við á netinum. Alt tað besta. Mostir í Havn
Send en kommentar