Í dag hava vit arbeitt heima vegna fráboðaðu mótmælisgongunum. Men her í býnum hevur verið sera friðarligt siga tey. Nógv politi og herfólk, men ongin ófriður. Tað bleiv sagt at handlarnir ikki skuldu hava opið, men so var ikki. So væntandi fara vit út í morgin.
Harafturímóti í Eldoret hevur tað verið øðrvísi, Birgitte úr Esbjerg, sum býr har ringdi og segði at tey eru heima, men at tey hoyra skot. Heilt til teirra hús hoyrast skotini. So tað eru rðuleikar summa staðni. Mest í Kisumu, Mombasa og Eldoret.
Mánadagin byrjaði Hallgerð undirvísing fyri tey børnini, sum eru frá 12 ár og upp eftir. Tað var fyrstu ferð, men tað gekk gott allíkavæl. Vit høvdu bøkur við úr Føroyum til at brúka. Tað var sindur rokaligt, tí tey spurdu um tey høvdu loyvi at skriva í bókina og síðan um tað skuldi vera við blýanti. Men eg fekk so sagt at tað var teirra bók, so tey vóru vælkomin at skriva alt tað tey kundu og við penni um tey høvdu hug.
Men í annaðkvøld verður so undirvísing aftur, so tað verður spennandi.
onsdag den 16. januar 2008
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
1 kommentar:
Hey tit 2 gott at hoyra fra tykkum. Her er kavi og hált at koyra men tað fer nokk at regna í nátt ella morgin. Annars hvat undirvísir Hallgerð í ?
heilsan vit í Arnafirði.
Send en kommentar