Vit vóru í býnum í dag. Alt gekk sína vanligu gongd. Vit gingu í ymsar handlar. Tá ið vit komu út úr einum handli sá tað út til at alt fólki hugdi ein veg, síðan runnu øll tann vegin. So hoyrdu vit eitt skot og so runnu øll hin veg, í móti okkum. Tá var tað, tað at Mike Brown, sum stillaði upp fyri ODM í Nakuru, royndi at mótmæla saman við nøkrum fáum øðrum. Tað vóru kanska uml. 10 fólk, sum gingu mótmælisgongu. Og øll hini vóru klár at fara í móti teimum. Men politiið ella herfólk var har og skutu so eitt skot í luftina, so fólki spjaddist. Vit fóru bara beinleiðis heim.
Ein blívur skelkaður av at hoyra eitt skot so nær við. Og alt fólki fór at renna, so tað er skjótt at alt fer í panik. Brádliga so hugsar man at man er mitt í øllum tí ein sær í sjónvarpinum.
Fólk siga nú, at ODM hevur kunngjørt at nú vera mótmælisgongur hvønn týs, miku -og hósdag.
Vit fara so at hyggja at tíðindunum kl. 21
fredag den 18. januar 2008
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar