Hey tit har heima.
Vilja bara siga, at vit hava tad gott. Kanska onkur hoyrdi Hendrik i UF i morgun, tad verdur helst endursent i kvold.
Her er alt byrja sina vanligu gongd, folk eru til arbeidis o.s.v., men tad er um kvoldid raeduleikarnir ganga fyri seg. Vit hava hoyrt, at nu gera Luo og Kikuyu seg bara inn a hvonn annan, vid at stjala fra hvor odrum og drepa familju hja hvor odrum. Hetta er ikki almenn tidindi vit hoyra, men fyrrverandi gotudreingir fortelja hvat hendir. Teir siga at tad gongur mest ut yvir liv a bornum og kvinnum, alt i slummunum. Men enn einaferd hetta hendir alt um kvoldid, so vit kenna ikki til hetta. Tey siga, at sjalvt politiid heldur seg vekk ta. Nu er fridarligt vid barnaheimi, men stridi hevur flutt seg longur ut ur bynum. Motsattan veg sum vit bugva, so tad fer longur og longur vekk fra okkum.
Ein taxaforari, id onkuntid koyrir okkum, fortaldi okkum at hann um mogrunin 31. des. fann 5 lik uttanfyri husid hja saer, og av ti sama valdu tey at flyggja. Bornini eru nu a einum stad og hann og konan a einum stad. Ja vit nyta taxi nu fyri at vera so trygg sum gjorligt.
I morgin hevbur ODM boda fra fridargongu, sum summi kalla tad, medan sjonvarpid her kalladi tad bonarmoti. To vaenta oll okkurt raeduligt, so i morgin vera vit heima.
I morgun fortaldi beiggi Michael, at blod framvegis rann ur oyranum. Er tad tekin upp a brostna trummuhindu? Kan nakad gerast? Rontgenmynd og adrar royndir vistu onki. Hann sigur tad skrovar i oyranum. Men hann er byrjadur at eta og koma fyri seg.
onsdag den 2. januar 2008
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
1 kommentar:
hey hey og gott nýttár.
gott at hoyra at tit hava tað gott hóas umstøðurnar ikki eru av teim bestu. hugsa nógv um tikkum,og biða fyri tikkum, at Hann skal halda tikkum uppi við Síni Sterku Hond. heilsan v/Sálm 91 Jónfríða
Send en kommentar