søndag den 27. januar 2008

Vikuskifti í Nairobi

Ja fríggjamorgunin kl.6.45 løgdu vit so leidina saman við Miu og Betty til Nairobi. Høvuðsorsøkin til túrin var at okkara visum var útgingið, men so royndu vit at gera ein túr burtur úr tí. Nú kemur ferðlagið, sum skuldi koma til Kenya í mars jú ikki vegna ófriðin. Aftaná at vit vóru farin úr býnum, var øll ferðsla blokerað, og ófriður breyt út í Nakuru. Tað gekk sera harðliga fyri seg. Tað var so útigongubann fríggjakvøldið. Men í dag, sunnudag, eru vit so komin aftur og ferðsla er til, frá og í gjøgnum býin.
Vit fingu boð um at tað vóru blokeringar á vegnum til Nakuru, meðan vit koyrdu, men førarin fekk fortalt frá mótkoyrandi bilum at politiið var har. Tað sá út til at hava verð sera rokaligt við Naivasha og har á leið. Grót á vegnum og brendar forðingar.
Vit eru sera glað fyri at vera aftur í Nakuru. Vit eru hjá Malenu og Jens og vera her til ófriðurin er av. Túrurin var góður og vit fingu orna okkara ting. Hóast vit føldu okkum øgiliga illa, tá ið vit vóru inni á kontórinum, har vit skuldu fáa longt visum. Tað er fyrstu ferð at vit hava møtt rasismu her úti. Tað var sera óbehagiligt. Men nú vit tað so gott :o)

4 kommentarer:

Anonym sagde ...

hey tit2 gott at tit eru komin uppá pláss aftur. Vit hoyrdu Hendrik í útvarpinum í morgun.Tað ljóðar sum tað gongur hart fyri seg í Nakuru.Havi tað gott, heilsan vit í Árnafirði.

Anonym sagde ...

Hey H og H. Lurti beint nú eftir Hendrik í útvarpinum, havi eisini lisið á vg.no, og har var ein ræðulig mynd. Ansið eftir tykkum, Jesus veri hjá tykkum, Monica

Anonym sagde ...

hey hey

Anonym sagde ...

hey hey vit hugsa nógv um tykkum og biðja nógv fyri tykkum, men havi gott mót tit eru í teim tryggastu hondum tit kunna verða í takk og lov, havi tað gott øll somul har í Nakuru. Marianna