Tá ið eg fór fyrstu ferð til Kenya, var eg 18 ár.
Eg hevði glett meg at blíva 18, so eg kundi sleppa til eitt fjarskotið land, og valið fall á Kenya, tí eg hevði kontaktað Susanne og Leif Madsen, aftaná eg hevði møtt teimum á Soli Deo Gloria. Og tað var eyðsæð, at tey høvdu longu tá uppbygt eitt gott arbeiði í Kenya.
Tey høvdu nakrar reglur og vegleiðingar, sum skuldu gera tað greitt, hvat vit komu til. Og tað haldi eg var ordiliga gott!
Men eg má siga, at eg fekk góða vegleiðing heimanífrá. Mamma og babba spurdu nakrar spurningar og lósu um trygdina í landinum osfr. Men annars haldi eg, at tey høvdu innsæð, at eg var ikki nem at hegna inni ;)
Og tað er fantastiskt fyri ung, sum ynskja at síggja heimin at fáa slíkan stuðul og uppbakning. Sjálvt um tað helst hevur verið ringt at sleppa mær avstað.
Og ikki bara heima fekk eg uppbakning. Eg minnist, hvussu samkoman, elstarnir, sum sótu tá, bóðu fyri mær, stuðlaðu mær og enntá góvu mær eina fíggjarliga gávu í samband við túrin.
Hvønn grundvøll man hevur, kemur at mynda tínar dreymar, títt avsett út í vaksna lívið, og eisini hvat tú hevur hug til.
Og tá man kemur við slíkum hugskotum, so er
stórur munur á at verða møttur við opinleika ella fordómum.
Tá eg og Hendrik fóru avstað árið eftir minnist eg, at Marianna gav okkum hetta versið:
Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; (Jes 55, 12)
Ein góð áminning til okkum foreldur, hvussu vit møta okkara børnum í tí tey hava hug til og dreymar um.
Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! (Kol 3, 21)
Hví skrivi eg alt hetta, jú tí eg eri so takksom, at eg slapp tann túrin til Kenya, tí hann hevur myndað mítt lív sera nógv. Og førdi faktisk til 4 aðrar túr og nú til hendan 6. túrin, har eg fegin vil vísa børnunum Kenya, tí tað hevur havt so stóran týdning fyri meg.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar