søndag den 12. august 2007

Hendrik á fjalli í Bergi


Seinasta týskvøld komu fjallboð úr Árnafirði til Havnar. "Fjallboð í Bergi og Mjóvaseyðinum í morgin." So Hendrik fór tíðliga av fótum og var til morgunmat í Árnafirði kl.7. Kl. 7.45 var fari til gongu yvir á Ísaskarð. Tað vóru 15 fjallmen, so teir vóru væl mannaðir, vanliga eru teir 12.
Seyðurin var ringum at reka fyrru gongu, og tað var helst orsakað av veðrinum. Tað var jú avbera gott veður mikudagin.


Teir vóru í rætt uml. kl.14.30. Og síðan fóru teir at royta, meðan Hendrik og Jákup fóru við báti eftir eini ær, sum hevði finigð ull um beini.
Tá ið teir vóru lidnir at royta fóru teir til gongu aftur, beint niðan frá rættini, niðan á Ísaskarð aftur. Hesa ferð gekk betur at reka, og men tó var nakað av mjørka heilt uppi á fjallinum. Sambandið við hvønn annan var tískil hildið við WALKIE-TALKIE.
Í rættini skuldi seyðurin so roytast og so menninir heim, fyri at gera klárt til fjalldøgurðan.
Uml. kl.20.30 var døgurðin, og so koyrdi Hendrik suður aftaná tað.
Tá var maðurin móður og troyttur og hann hevði eisini brent seg nakað av sólini.
Sí myndasavn, har eru nakrar myndir frá degnum.

Ingen kommentarer: