
Hesin setningurin hevur rungað í høvdinum hjá mær síðan ungdómsmøtið hóskvøldið. "Sælari er at geva enn at fáa." Vit menniskju eru so sjálvsupptikin av natúru, og tú kanst blíva heilt ússaligur av at hugsa um teg sjálvan, og alt tú vilt hava og fáa. Men hesi vísdómsorð siga: sælari er at geva enn at fáa. Og tað er júst tað tú upplivir, tá ið tú gevur, tú verður eydnusamur av tí. Í hesum sambandið hava vit átikið okkum tað uppgávu, at hjálpa NLAI við at kunna um teirra arbeiði. Vit hava fingið nøkur kort á stødd við eitt postkort, har tað stendur í stuttum á føroyskum, hvussu tú kanst gerast stuðul fyri børn í Kenya. Tað eru 2000 kort, og ætlanin er so at fáa hesi kort út til fólk. Ætlanin er at leggja tey á bensinstøðir, handlar, bókasøvn o.a. Kortini skulu helst so víða í Føroyum sum gjørligt. Og tað er ikki møguligt hjá okkum báðum at bera øll kortini út. Tí høvdu vit verið sera fegin, um onkur vil hjálpa okkum við hesum. Alt ger mun. Kanska tú kanst taka til ein handil, har tú býrt og spyrja har, so er tað ornað. Ella møguliga onkur av tykkum arbeiðir í handli. Um tit hava hug at hjálpa og vilja hoyr nærri, so eru tit vælkomin til at senda e-mail til: hendrik@arf.fo
Og minst til: Sælari er at geva enn at fáa :o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar