søndag den 23. december 2007
Barnagentur
Fleiri av tykkum hava kanska hoyrt um Susan, sum eisini er upp á Gadedrengen fra Nakuru. Hon er fyrrverandi prostituerað, men er nú útlærd hárfríðkanar- og vakurleikakvinna. Hon arbeiðir hvønn dag og hevur langar dagar, hon hevur tveir synir og skal orna alt heima sjálv, tí hon ikki hevur eina arbeiðsgentu fyri tíðina. So hon fer tíðliga upp. Vaskar og vaskar klæði, ger døgurðan kláran og fer so til arbeiðis. Nú skúlin hevur frí er hennara systurdóttir og hjálpir henni, so hon ansar eftir dreingjunum, hitar døgurðan og gevur dreingjunum. Tá ið Susan so kemur aftur um kvøldið, ger hon nátturða og vaskar upp og so at sova. Av tí sama og av tí at arbeiðsgevarin vil at hon skal vera til arbeiðis so nógv sum møguligt í Desember, tí tað er nógv at gera, so vóru vit barnagentur frá fríggjadegnum til leygardagin. Vit bjóðaðu okkum til at taka dreingirnir heim við, so kundi hon slappa eitt sindur av, og sova longri. Tað var bara stuttligt, teir eru ikki vanir við at fáa joghurt hvønn dag, so teir vóru eitt sindur forkelaðir. Systurdóttirin var eisini við, so hon kundi hjálpa okkum, tí teir duga ikki so væl enskt enn.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar