søndag den 23. december 2007

Ein gleðisdagur

Ja tað var veruliga rómur og gleði, tá ið genturnar fríggjamorgunin byrjaðu at flyta inn í nýggja húsið. Tær bóru madrassur og klæði og øll teirra ting inn, við hjálp frá dreingjunum, sum eisini vóru spentir.

Tey vóru øll forvitin at vita hvussu har sá út.

Hallgerð var so tann, sum skuldi læra tær at brúka wc’ini og líknandi. Tað gekk bara væl og hon legði dent á, at nú var hetta teirra heim, so tær máttu fara væl um tað. Tey eru jú ikki von við at vatn er í krananum, wc-kummir, el og brúsir, so alt mátti forklárast gjølla.

Heilt einkult ting, so sum at reytt er heitt vatn og blátt er kalt. Eisini at tær máttu sløkkja ljósið, tá ið tær ikki vóru í kamarinum. Og at skrúva kranan fyri, tá ið tær vór lidnar at vaska hendur ella yvirhøvur at brúka vatnið.

Eftir rundvísingina, har tær fingu neyðugu upplýsingarnar, segði ein genta”Hetta er sum Amerika!”

Og so var tað sjálvandi tað mest spennandi, at fáa kamar. Genturnar eru 8 í hvørjum kamarið, ið ger at eitt kamar er tómt. Tær eru 5 stórar gentur og 3 smáar, so at tær stóru kunnu taka sær av teimum minnu. Summar av gentunum royndu brúsurnar við tað sama.

Malena hevði eisini upplýsingar til tær viðvíkjandi reingerð og at nú er ikki loyvt at ganga inni í skóm, bert inniskóm. Aftaná tað bað hon eina bøn og so fóru tær í gongd aftur við at rokast.

Hallgerð hevði eisini ábyrgdina av at merkja ær nýggju boksirnar og stólarnir, so at øll kunnu síggja at tað tilhoyrir gentuhúsinum og eingin kann taka tað.

Til boksirnar fekk hon John Kibet til at hjápla sær við at mála tali hjá gentunum á teirra boks. Til stólarnar skuldi hon brúka ein loddibolt, ið kom fram langt um leingi, men tá vóru stólarnir framvegis ikki komnir. So uml. Kl.14 byrjaði hon so at merkja teir 50 stólarnar, men hvat hendir, tá ið hon byrjar uppá nr.4 byrjar hann at kølna og riggar ikki meir. So vónandi skilja tit, hvat vit meina, tá ið vit siga at alt er ein annar kvalitetur her úti. So tað verður spennandi at vita nær ein nýggjur loddiboltur kemur fram, so merkingin kann halda fram.

Ingen kommentarer: