søndag den 23. december 2007

Sólskinssøga

Her í Kenya mugu vit allatídina ansa eftir okkara tingum. Bæði í býnum og í samband við onnur fólk. Nógv av teimum sum vit koma í samband við hava jú eina harða fortíð

T.d. bara vatnið, sum vit høvdu við til Turkana, tað vísti seg at tað vóru fleiri, ið høvdu lyndi til at fáa sær av tí. So tað er sjáldan at vit uppliva tað øvugta.

Men 2 dagar aftaná túrin til Turkana var Hendrik niðri á nýggja gentuheiminum og skuldi gera okkurt. Tá spyr ein drongur hann ”Hvar er keppurin hjá tær?” Hendrik helt hetta vera ein løgnan spurning, men svarar so “Heima, hann er heima.” Drongurin spurdi so um hann átii tveir keppar og fór at flenna. Og fortaldi so, at kvøldið vit komu aftur úr Turkana, og vit vóru farin heim, lá keppurin eftir í bussinum á dúrkinum, so hann hevði tikið hann.

Dagin eftir hevði hann so vaskað hann og stongt hann inni í boksini, har hann goymir síni klæði til Hendrik kom aftur.

Hendrik hevði ikki lagt merki til at hann hevði mist keppi, men var glaður um at fáa hann aftur. Og enn tá reinan aftaná eina viku í Turkana.

Ingen kommentarer: