Jólaftan fingu vit góða kalkun við bacon, eplum, brúnkaðum eplum og reyðkál og sós heima hjá Malenu og jens. Ja tað var sera sera sera vælsmakkandi. :o) Eftir døgurðan lósu vit jólaevangeliið og so var farið undir gávurnar. Tað vóru nógvar, sæð í mun til at vit eru so langt burtur frá familju. Seinni fingu vit so rís a la mande og kirsubersós, har greytrísið og sósin vóru komin allan vegin úr Danmark, tí slíkt fæst ikki her.
Jóladag fóru vit í kirkju kl.10-11:30 tað er stytsta gudstænasta vit hava upplivað herúti. Har var pyntað til jóla, so tvær stórar greinar vóru jólatrø, sum síðan vóru pynta við ljósum og ketum. Tað var undarligt at síggja, at afrikanarar, sum annars pynta seg óført hvønn sunnudag til at fara í kirkju, ikki vóru nakað serliga pyntað henda dagin.
Kl. 16 skuldi okkara fest so byrja, men tá vóru sudanesisku flóttafólkini, ið eisini brúka kirkjuna, ikki liðug við sína gudstænastu. So uml. 16.30 sluppu vit í gongd við at pyntað kirkjuhølið, ið vit brúktu til veitsluna, tí vit vóru so mong. Vit settu jólatræ upp, sum vit høvdu bílagt úr Nairobi, 3m høgt. Tað varð so pyntað við jólaperum, kúlum, klokkum og silkibandssloyfum. Glitur var hongt í vindeyguni og á borðið.
Síðan byrjaði veitslan við góðum afrikanskum mati og sodavatn. Vit komu eisini til gávur, ar børnini fingu mest og síðan starvsfólk og vaksin, sum fyrr búðu á heiminum og teirra børn. Har vóru gávur frá arbeiðinum, frá einum vini í Danmark kallað Anne Katrine og so frá føroyingum. Gávan frá føroyingum, var peningur frá ymiskum fólkum sum hava givið. Tað er serliga Mia Jacobsen, ið hevur staðið fyri tí. Føroyingar góvu nógv, tí høvdu vit møguleika til at keypa jólatræið, sum tey nú kunnu brúka framyvir, jólapynt og gávur. Í gávuni frá føroyingum var undirklæði, sum tey altíð mangla, buksur, sum arbeiðið ikki hevur fleiri av á goymslu, og okkurt at hugna sær við t.d. bóltur ella neglalak ella dukka. Alt eftir hvat kyn ella aldri tey vóru í. Harafturat fingu tey bomm og tyggigumm. So vit vilja takkað øllum sum hava verið við til at geva. Tað var eini góð jól fyri børnini og tey vóru sera glað og takksom.
Nakað av peningi leyp av hóast 100 børn fingu so stórar gávur, men tað koma tit at hoyra meir um seinni.
mandag den 31. december 2007
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar