Valdagin 27. Des. Fóru vit so á kampingtúr. Hann byrjaði viða t vit koyrdu framvið nøkrum valstøðum, har vit sóu Km langar køir, men fólk vóru sera tolin og stóðu í køini sera friðarlig og uttan trupulleikar. Vit fóru so til eina lítla national park, ið er eitt friðað náttúru økið, ið kallast Hell’s Gate. Navnið kemst av at dampur og heitar keldur koma úr undirgrundini, tí hava fólk hildið at staðið var portrið til helvitið.
Har koyrdu vit so runt og sóu ymiskt og fóru eisini ein gongutúr, í eini gjógv við heitum keldum. Tað var eitt upplivilsi, har var nakað knorklut, men jú á berum bibbum, so gekk alt væl. Hetta er ein av teimum fáu parkunum, har ein kann súkkla ella ganga. Aftaná túrin í parkini fóru vit at leita eftir einum kampingplássið og tað funnu vit. Tað er tað besta vit nakrantíð hava sæð her úti. Har vóru verulig WC-kummur, við vatni og øllum. Har var heitt vatn í krananum go í brúsunum, ið varð hita við tað at rørini gingu gjøgnum eitt bál. So tað var ordiliga lekkurt. Heitar brúsur og eisini ein svimjihylur. Har slappaðu vit so av og royndu at fylgja við valinum. Valstøini høvdu stongt yvirraskandi tíðliga, tí væntaðu øll úrslitið sera skjótt.
Dagin eftir riðu Hallgerð, Hendrik, Jens og Josva ein túr. Ein bleiv nakað eymur um dintilin, men alt í alt ein hugnaligur túrur. Eftir túrin løgdu vit okkum við “poolin” men sólin rýmdi og regni kom ógvuliga skjótt aftaná, so vit avgjørdu at koyra ein túr at leita eftir eini matstovu. Vit fóru inn á fínar lodgir, har tað var ov dýrt á afrikanskar matstovur, har tað var ov bíligt, tvætl har tey bara høvdu høsnarunga og chips, so til seinast vóru vit sera svong. Tá leitaðu bara eftir onkrum og vit sóu eitt skilti, har tað stóð flótandi matstova. Vit koyrdu so eftir skiltinum, men tað sá einki út alt vit koyrdu framvið var gamalt og forfallið, vit náddu so fram til eina brúgv. Vit gingu út eftir brúnni, sóu eitt hús fyri endan, men heldur ikki tað sá nakað serligt út. Tí vóru vit sera yvirraskað, tá ið vit komu inn í eina ljósa, lítla matstovu. Matstovan var ein flakið á Lake Naivasha, lítil men hugnaligur. Sevini vóru allan vegin rundan um og alt var vakurt og reint inni. Tá fingu vit okkara leitan afturløntað.
Dagin eftir vaknaðu vit í taltinum, ótu morgunmat, pakkaðu saman og koyrdu til Nakuru, men úrslitið til valið var framvegis ikki komið.
mandag den 31. december 2007
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar