mandag den 31. december 2007

Valið

Í gjár 30. Des. Var úrslitið av valinum kunngjørt. Mwai Kibaki var kunngjørdur sum presidentur. Men tað var ikki so einkult. Úrslitini vóru alt ov nógv seinkað, sum skapti øsing. Flokkar søgdu at ECK (Election Commision of Kenya) snýtti við at leggja atkvøður afturat hjá mótpartinum. Ein av flokkunum segði seg eisini hava prógv. Men ECK kunngjørdi presidentin og segði at prógvini máttu roynast í rættinum, tí hatta var ikki partur av arbeiðinum hjá ECK.
Av tí at Raila hevði ligið framman fyri allatíðina gjørdi tað fólk mistonksom. Politikkararnir vóru sera avslappaðir í hølunum, har teir bíðaðu eftir úrslitinum, men tá ið teir tosaðu í sjónvarpinum vóru teir óðir, so tað var eisini við til at øsa fólki. Í fleiri býum vóru mótmælisgongur og tey byrjaðu at brenna bál. Í summum býum brenna tey hús, men tað er ilt at siga hvat orsøkin er. Tey eru møguliga byrja í smáum, men tað hevur vundið upp á seg, haldi eg. Í Kisumu er ein maður skotin og í Kuria eru tvey fólk dripin.

Ingen kommentarer: