lørdag den 19. januar 2008

Valkvøld

Her í Kenya hátíðarhalda vit valkvøldið. Tað verður við Banana brownies og ísi. Her fáa tit uppskriftina, so at tit eisini kunnu smakka hetta góðgæti:o)

Banana Brownies (valkøka)
225 g sukur
2 egg
75 g av myrkari sjokolátu
60g mjøl
100g knústar nøtur
½ dl mjólk
½ dl margarin
2 bananir
1. Blanda sukuri og eggini væl
2. Smeltað sjokolátuna yvir vantbað
3. Blandað restina uppí
4. Baka á 175 ̊C í 25 min. (í okkara ovni 55 min, sooo vita ikki heilt)
5. Kann etast saman við ísi.

Vónandi verður úrslitið vert at hátíðarhalda!! :o)

2 kommentarer:

Anonym sagde ...

Hey!
Handan uppskriftin ljóðar lekkur :)

Vit hava etið kransakøku, nekarakyss o.a. Vit sita bara inni og hugna okkum, ímeðan kavin dalar spakuliga niður. Her er alt so hvítt!

Ja, vónandi verður valúrslitið "gott". He he...
Miriam

Anonym sagde ...

Vit vunnu, um vit koma í samgongu vunnu vit stórt, tað fer tíðin at vísa,
vinarliga M&T