fredag den 27. marts 2026

Søgan um Ashley


Hetta eru Ashley og mamman.

Mamman roynir alt hon kann fyri at forvinna pening við at selja saftísar og gera dreadlocks.

Og tí hevði hon ikki pengar til at senda Ashley í skúla.


Gjøgnum NLAI, so kann Ashley nú koma í skúla. Og í skúlanum fær hon tvær máltíðir um dagin - fullar av vitaminum.

Ashley fær eisini skúlabúna, tasku, amboð og bøkur. Og skuldi tað hent seg, at hon er sjúk, so hevur skúlin sjúkrasystur, sum eisini fer til lækna við næmingunum um neyðugt.


Onkur í Hvannasundi sendir hvønn mánaða eina upphædd til NLAI, sum ger hetta møguligt.

Tað er ein stórur lætti hjá Ashley.


Vit hava vitjað Ashley. Vit vildu geva henni eina gávu fyri at hjálpa mammuni. So tey fingu rís, mjøl, sukur, sápu, salt og grønmeti. Heima hjá teimum sóu vit, hvussu tey búgva. Og mamma spurdi, hvør hennara yndislærugrein var. Rokning og landbúnaður.





Aftanfyri húsið er eitt lítið frímerki, sum Ashley er byrja at dyrka í. Har vaksa graskar og spinat. Tá ið vit vitjaðu komu vit við eini gávu, men púra óvæntað upplivdu vit, at tær vóru sooo takksamar, at Ashley valdi at geva mammu og babba eina. Eitt graskar! 😊


Tað var ein góð vitjan 😊

onsdag den 18. februar 2026

Heimavitjanir hjá stuðulsbørnum


Vit høvdu tað gleði, at vit kundu fara á tríggjar heimavitjanir hjá børnum, sum ganga á New Life International School í Langalanga, Nakuru. Tað gjørdu vit saman við sosialráðgeva hjá NLAI.


Øll trý børnini hava føroyingar sum stuðlar, og eg fari at nevna tey við fornavni, so stuðlarnir kunnu vita, hvør tað er.


Fyrsta vitjanin var hjá Gloriu. Gloria gongur í Scondary School, so tað var ikki heilt lætt at møta henni. NLAI hava ikki sjálvi secondary kúla, so tá vera næmingarnir sendir á aðrar skúlar, meðan NLAI rindar fyri tey.  Hon gongur á einum dagskúla, í Kenya er eisini sera vanligt við kostaskúlum, sum eru Secondary schools. VIt fóru saman við tveimum starvsfólkum hjá NLAI á skúlan at spyrja eftir henni, lærararnir vóru á lærarafundi, so tað var ein løta at finna flokslæraran. Okkara ørindi vóru at spyrja henni frí kl.14, so hon kundi vísa okkum heim til teirra. Eftir nakað av bíðitíð og práti aftur og fram og undirskriftir, so fekk gentan frí. Vit bjóðaðu okkum enntá til at senda hana aftur í skúlan seinni, men tað var ikki neyðugt søgdu tey, tí tað hendi ikki so nógv í dag. 


Vit koyrdu so heim til Gloriu. Gloria fortaldi okkum, at hon gongur til og frá skúla hvønn dag. Hvønn morgun áðrenn kl.6 gongur hon í skúla, og mamma hennara fylgir henni hvønn morgun. Í myrkri eru nógvir vandar í Kenya, serliga fyri eina unga gentu, tí var sosialráðgevin sera glað at hoyra um stuðulin, sum gentan fær frá mammuni við at fylgja henni í skúla. Tað vísir, at hon ynskir ikki, at hendan skúlagongdin ikki skal vera til onkis.


Heima fortaldu tær okkum, at Gloria hevur fimm systkin, 3 systrar og 2 beiggjar, men øll búgva ikki heima longur. Yngsti beiggin gongur í 9. flokki hjá NLAI. Men elsta systirin, sum hevur tvey børn hevur mist mannin, og tí eru hon og børnini flutt inn til teirra, so tey eru seks fólk í eini lítlari íbúð á kanska 16m2. Tey hava felagsgarð, har tey vaska og turka klæðir, og hava eitt felagswc.

Tey búgva øgiliga nær við Lake Nakuru National Park, so tey hava eitt sindur av stríði av apum, sum royna at finna sær mat. Mamman segði, at apurnar kenna posarnar við mati, so tær kunnu gott taka hann frá tær, men blíva óðar, tá ið tað t.d. er mjøl, sum apurnar ikki eta.


Gloria klárar seg sera væl í skúlanum, hon liggur á einum B+, sum er sera gott. Hon ynskir at verða ein Neurosurgeon, tá ið hon er liðug við form 4 í secondary. Tað tók okkum øll á bóli, tá ið hon segði, at hon vildi vera neurokirurgur, tað ljóðar so tilvitað og sermerkt. Men við teimum karakterunum, sum hon hevur kann væl vera, at hon nær málinum. Skúlabørn, sum fáa stuðul frá NLAI kunnu fáa stuðul til víðari lestur, um tey klára seg væl í skúlanum, og man metir, at tey megna at taka eina universitetsútbúgving ella aðra útbúgving. Móðir og dóttir eru sera takksamar fyri stuðulin sum Gloria fær, tað ger tað møguligt at Gloria kann ganga í skúla, hon fær mat í skúlatíð, hon fær alt sum henni tørvar til skúlagongdina og eisini læknahjálp, um hon hevur tørv á tí. Alt hetta ber til við stuðli, tí mamman fær bara nøkur oyru fyri at vaska klæðir fyri fólk, og tað røkkur ikki langt.



tirsdag den 10. februar 2026

Broytingar -2. partur


Eins og nevnt í síðsta bloggi, so eru nøkur viðurskifti, sum eru broytt síðan seinast. Eg vitjaði Kenya.


Tað eru enn viðurskifti, sum eg ikki havi nevnt, tí havi eg valt at gera ein annan part.


Í Kenya hevur verið vanligt at brúka taxasúkklur, nevndar boda-boda.

Síðan seinast eru hesar næstan burtur út ferðsæyndini, men taxa motorsúkklurnar (pigipigi) eru fleirfaldaðar. Býurin í Nakuru og Nairobi yðja í teimum. Og tær eru ofta teir reiðar taka størri vandastøður enn bilarnir, so tað kann vera nervapirrandi at síggja.




Tað eru eisini munandi fleiri bilar, og bilarnir eru ikki longur bert 4WD. Betraðu vegirnir hava gjørt tað møguligt at hava vanligar bilar.


Eitt, sum eg elskaði í Kenyavar at hyggja eftir stjørnum. Stjørnuhimmalin virkaði nærri. Men hesa ferð, tá ið eg havi roynt, so er inki møguligt at fáa sama frálíka sýnið. Himmalin er  sum oftast skýfríur, men ljósdálking frá gøtuljósum ávirka nú eisini her, hvussu væl stjørnurnar síggjast.




Ein onnur broyting, sum er natúrlig, er at eg eri blivin eldri, so tað merkir, at børnini á barnaheiminum eru eisini blivin eldri. Øll børnini, sum eg havi kent ordiliga væl og sum minnast meg sum ein, sum spældi við tey, tey eru nú vaksin. Tað er ein natúrlig broyting, og hevur eisini verið eina sera uppmuntrandi broyting.

 



Vit høvdu ein samankomst fyri nøkrum fyrrverandi børnum í smb við, at New Life bleiv 30 ár. Og tað var stuttligt at hoyra tey málbera seg: nú hava vit børn og rinda sjálvi teirra skúlagjald. Tey allarflest teirra eru gift og hava familju. Øll eru ikki endiliga væl lønt, men tey vóru glað.


Tað var tann mest gleðiliga broytingin.

lørdag den 7. februar 2026

Broytingar síðan seinast


Av tí at tað eru 11 ár síðan eg var í Kenya seinast, so havi eg eisini lagt til merkis nakrar broytingar.

Størsta og merkbarasta broytingin eru vegirnir. Vegirnir eru blivnir so nógv betri. Landsvegirnir og býarvegir eru slættir, breiðir og enntá asfalteraðir. Á veg út til ruskplássið sóu vit enntá gonguteigar yvir um vegin.




NLAI hevur fingið egið vatnverk. Tað merkir, at heimini, skúlin, ja alt virksemið á Langalanga hevur reint vatn, heitt og kalt. Tað heita er hita við sólorku.

Tað er fantastiskt framstig.


Tá ið vit fyrr fóru til handils, so vóru tvey, kanska trý supermarknaðir í Nakuru og tvær handilsmiðstøðir í Nairobi.

Seinasta eg var í Nakuru, var ein handilsmiðstøð komin til Nakuru. Og nú eru tær fleiri og supermarknaðirnir enn fleiri.

Tað er lætt at finna alskyns vørur. Næstan hvør matstova ella kafé bjóðar pitsa, tað plagdi eisini bara at vera ein matstova, sum gjørdi tað. Nú kann pitsa enntá bíleggjast til dyrnar online.


Ein dagin var eg til handils fann eg enntá ein pakka av Lurpak smøri. Men prísurin er eisini har eftir. Smørpakkin kostaði 40kr.




Hetta lýsir nokkso væl, støðuna sum eg kenni hana frá áður. Nakrar vørur eru bíligar, men aðrar eru sera dýrar.


Ein 0,5L sodavatn kostar 5 kr. men skalt tú keypa sukur, so kostar tað nær við tað sama sum har heima. Sápa er bílig, somuleiðis salt. Bæði vera framleidd her, men t.d. Matoljan kostar næstan tað sama sum har heima.


Og øll nevna inflatiónina, prísvøksturin. Hesin prísvøksturin ger sjálvsagt støðuna sera trupla hjá vanligum kenyanarum. Arbeiðsloysið er stórt, lønin er lág. Minstalønin er uml. 400-500kr um mðr. tá kanst tú ímynda tær, hvussu stóra ávirkan prísvøksturin hevur á kenyanarar.


Prísvøksturin hevur sjálvandi eisini havt eina stóra ávirkan á NLAI, sum tí hevur dagført upphæddirnar til stuðulsbørnini.


Eg legði merki til, at eg havi ikki givið dagførdu upphæddina til okkara stuðulsbarn, men havi nú dagført upphæddina.


Eg fari at spyrja tykkum, sum nú eru stuðlar, um tit kunnu kanna tykkara upphædd og umhugsa, um tit hava møguleika at hækka upphæddina. 

Um vit øll lyfta í felag, so er ikki neyðugt hjá NLAI at fara út at finna nógv fleiri stuðlar til at dekka verandi virksemi.


Dagførdu upphæddirnar:

Skúlabarn 360kr

Barn á barnaheiminum 700kr

Miðnám: dagskúli 620kr, kostskúli 1220kr

Universitet ella aðrar útbúgvingar 1850kr


(Meir um gjøldini og hvat tey fevna um á https://newlife-africa.org/da/)


Um tú ikki fært hækkað, so eri eg vís í, at NLAI eru takksom, um tit í hvussu er kunnu halda fram við verandi upphædd. Arbeiðið verður jú hildið uppi av gávum.

tirsdag den 3. februar 2026

New Life Africa International ger ein mun!

Í dag vóru vit í býnum. Fyrst keyptu vit frá Daniel, síðani vóru vit framvið fyritøkuni hjá Raymass. Teir eru báðir dreingir, sum búðu á dreingjaheiminum fyrr.



Tað er altíð hektiskt at vera í býnum og til handils, so vit høvdu tørv á einum steðgi.


Seinnapart fóru vit so heimavitjan hjá Marthu Nyambura. Hon segði, at hon búði beint við, men tað gekk ikki leingi til vit uppdagaðu, at vit kundu ikki ganga í øllum hitanum men máttu koyra. Tað var als ikki beint við, sjálvt um honum gonur aftur og fram í skúla hvønn dag.




Tá ið vit komu til portrið, vóru vit sindur ovfarin av, hvussu flott portrið var. Tað var næstan so, at vit hugsaðu, um hesi kundu hava tørv á hjálp. Men vit fingu annað at síggja.


Tá portrið fór upp síggja vit inn í ein garð. Har ganga dunnur, hønur, dúgvur og ein grísur.

Har eru trý hús. Ein timbur smátta á uml. 3m2.,  har stóribeiggi Marthu býr, eitt lítt lítið moldhús og eitt annað moldhús við 2 rúmum. Í tí størra búgva Martha, mamman, pápin og trý systkin. Elsta systirin er deyð 22 ára gomul.




Gentan hevði 5 systkin, pápin selur vatn á súkklu, tvs. hann súkklar út til kundar við dunkum av vatni. Hann hevur 5 20L dunkar á súkkluni hvørja ferð.

Mamman og pápin royna so at ala hesi djórini til matna og selja tey. Pengar eru fáir.

Á veg avstað møttu vit næstyngsta soninum. Hann var ikki í skúlabúna, og vit spurdu hví.

Vit fingu at vita, at hann gongur í 6. fl. í einum øðrum skúla. Men at eksamiugjaldið fyri eksamiuna í oktober skuldi gjaldast nú, og tey høvdu ikki 500ksh (25kr) at rinda tað. Tí hevði hann ikki verið í skúla.

Sosialráðgevin sum var við okkum gav teimum so tað, sum tey høvdu tørv á, so dagin eftir kundi hann fara aftur í skúla. 




Tað er ólógligt hjá børnum ikki at ganga í skúla, og tað liggja nógvir vandar í tí. Um ein slíkur drongur byrjar at reika í gøtunum kunnu tvey ting lættliga henda: hann kann koma í skeivt selskap, blíva partur av ólógligum virksemi og gerast misnýtari ella politiið finnur slík børn og tekur tey á støðina og so mugu myndugleikarnir og barnavernd finna útav, hvat skal gerast. Men hesin drongurin er aftur í skúla í morgin.


Og tað vakra portrið komst av, at tey leiga ein fjórðing av einum grundstykki hjá einum frægari húsi, og tí hevur eigarin sett vøkru portrini í. Her hava tey búð leingi og eru sera glað fyri tað.




Børnini eru signað at hava bæði foreldrini, flestu børn, sum vit møta, vaksa upp hjá einum foreldri og ella hjá ommu síni.


Tað var ein dagur við nógvum kontrastum, men at síggja, hvussu nøkur av børnunum klára seg í dag gevur veruliga mót og vón um, at NLAI ger ein stóran mun, og at stuðulin, sum tit sum stuðlar veita, flytur nakað.



lørdag den 31. januar 2026

Safari

Seinastu dagarnar hava vit summað okkum, sodnað øll inntrykkini og hugsað um okkurt heilt annað. Vit hava verið í Masai Mara.

Tá ið vit avgjørdu at fara til Kenya, vildi eg fegin, at Masai Mara varð ein partur av ferðini.

Tað er her eg havi havt nakrar heilt fantastiskar náttúruupplivingar.


So vit bíløgdu tríggjar nætur í parkini og hava so notið at verið á safari.




Fyrsta stopp var at vitja eina Masaifamilju.

Har sóu vit og hoyrdu, hvussu tey liva, hvat hevur týdning fyri tey og eisini hvørjum tey liva av.

Masaiarar eru sera eyðkendir, teir eru fyri tað mesta í reyðum og hava eina serskilda mentan. Eftir teirra siði, so hava menninir fleiri konur.


Eins og alla aðrastaðni broytist teirra mentan eisini. Og øll eru ikki líka siðbundin. Í mun til fyri 11 árum síðan, so loyvdi hendan familjan, sum vit vitjaðu t.d. øllum børnunum at ganga í skúla. 

Tey umskóru heldur ikki gentur. Men tá eg spurdi, um ungi verturin skuldi hava fleiri konur, so nikkaði hann. Eg nevndi so fyri honum, at tað var ólógligt, men tá segði hann, at tað gistarmálið verður bert framt í teirra mentan, ikki juridiskt.


Húsið hevði eisini eina peru í rúminum, har børnini gjørdu skúlating. Peran var drivin av sólorku. Harafturat hevði takið eisini ein plastik dúk, sum er eitt stórt framstig í eini moldsmáttu.

Eftir teirra siði hava kvinnurnar bygt húsini, og tær hava eisini verið tær, sum mugu umvæla húsini, um tað kemur hol á takið ella lekur inn.

Eftir vitjanini vóru vit á veg inn í Masai Mara reservatið.




Í mun til hini støðini í Kenya, har man fer á safari, so er Masai Mara ikki ein park, har er einki hegn. 

Masai Mara er ein slætti, sum er friðaður, og har fólk ikki kunnu búgva. Men annars er eingin forðing fyri hvar djórini ferðast.

Á Tansania síðuni eitur slættin Serengeti. 



Vit sóu búfflar, giraffar, impalur og gasellur beinanvegin vit komu til Masai Mara.

Vit gingu ein túr fram við Mara ánni saman við einum ‘ranger’. Har vóru krokudillur og áarross.

Og eftir at hava leitað eina góða løtu, sóu vit eisini ein leopard, teir kunnu vera nokkso truplir at síggja.


Morgunin eftir sóu vit 10 leyvur veiða eina hyenu. Og longur frammi tríggjar leyvuungar.

Eitt orands upplivilsi. 

Seinni sama dag sóu vit 6 aðrar leyvur og nógvar fílar. Fyri bara at nevna nakað av tí, sum vit hava sæð á safari.