mandag den 31. december 2007

Michael

Alice, arbeiðsgentan hjá Susanne og Leif, var her sunnudagin 30. Des. Og vit avgjørdu at fara í hennara kirkju, so hon fór heim at skifta og vit skuldu møtast í kirkjuni. Vit fóru so í kirkju, men kundu ikki fáa eyga á hana.
Í dag fortelur hon: Á veg heim at skifta fekk eg hesi tíðindi: Sonur mín Michael var á veg heim,tað var um kvøldið kl. 8.30. Hann hevði vitjað abba sín í Rhonda. Av tí at ongin matatu koyrdi, bjóðaði abbin honum at sova har, men hann segði onki fór at henda honum. Hann fekk so ein matmatu til býin, men frá býnum til Lanet var ongin matatu. So tríggjir menn komu móti honum og bóðu um mappuna, koyrikort og fartelefonina. Og so byrjaðu teir at banka hann, tí hann ongar pengar hevði til teir, tí har vóru eingir pengar í mappuna. Teir slóu hann í høvdið, teir brúktu eisini knív móti tinningini. Teir eftirlótu hann, teir hildu hann var deyður, men tá ið fólk sóu hann liggja í býnum um morgunin, royndu tey at tosa við hann, so hann gav teimum nummarið hjá mær,men eg svaraði ikki, so tey roynd at ringja til dóttir mína og hon ringdi til mín. Morgunin eftir rann blóð úr oyranum, og hann spýði blóð. So henda morgunin fekk eg boðini. Og eg mátti fara við honum á sjúkrahúsið, har hann bleiv kannaður og fekk resept, men einki apotek var opið, so eg kundi ikki keypað nakað medcin. Rokningin á sjúkrahúsinum kostaði 5000 kshs, ið eg hevði samlað til ein kúgv. Eg hevði ætlað at keypa eina kúgv fyri pengarnar, tí hvønn mánaða brúka vit 600 kshs til mjólk. Og nú kostar kúgvin 15000 kshs, men um 2 mðr kostar hon 20000kshs.
Men í dag hevur onkur keypt medisin fyri meg.

3 kommentarer:

Anonym sagde ...

Hvussu hevur Michael tað nú ? ta´eru so óhugnaligar søgur man hoyrir. hopi tit hava tað gott. mamma

Anonym sagde ...

annars gott nýttár og alt tað besta. Eg fari til arbeiðis nú.mamma

Anonym sagde ...

Gott nýttár:o) Takk fyri tað brátt farna. Vit hugsa nógv um tykkum og biðja fyri tykkum. Hopi at tit hava tað gott og eru varin. Tað er ringt at sita her heima og vita, at tað er óróligt har hjá tykkum. Men vónandi fer tað at hasa av skótt. Signa og Alvin