søndag den 26. august 2007

Sangmøti í Evangeliihúsinum


Í kvøld , sunnukvøld kl.18 var sangmøti í Evangeliihúsinum, har ymisk luttóku. Millum teirra sum sungu vóru Miriam og Victor Carlsen, Theodor Petersen og Ekklesia. Kvøldið byrjaði við einum videolag hjá Allan Jackson og síðan sungu luttakararnir sínar sangir. Alt endaði so við at Ekklesia sang fyri í sanginum "Siglir tú lívsins", áðrenn øll fóru hvør til sítt.

Tað var eitt hungaligt kvøld. Sangmøti er liður í nýggju skránni hjá Evangeliihúsinum, har møti sunnukvøld er skift út við ymisk skiftandi tiltøk. Seinasta sunnukvøld var pallborð um kristin og mentan, har millum onnur Jógvan á Lakjuni luttók. Næstseinast var so Talkshow, so tað eru øðrvísi tiltøk talan er um.

Komandi sunnukvøld verður føroyskur nátturði, hartað, sum navnið jú sigur, verður føroyskur viðskeri og annað gott.

Sí eisini videosavn.

Nýtt hársnið


Hey tit øll

Hervið skal boðast frá, at um tit møta hesum manninum, so er tað Hendrik A Olsen, sum hevur fingið nýtt hársnið;o)

fredag den 17. august 2007

Ungdómsmøti á SDG er byrjað aftur:o)


Hóskvøldið var summarfrítíðin av á hesum sinni. Og kl.20 hóskvøldið byrjaði ungdómsmøti aftur. Tað var nógv spennandi á skránni. Tey ungu høvdu nógv ymiskt og stuttligt upp á hjarta. Tey høvdu eisini valt at eg og Hendrik skuldu vera við í einum spæli, sum vit sjálvi hava havt við teimum. Tað sum tað ræður um í spælinum er hvør klárar at hava mest skúmfidusir í munninum, meðan tú sigur "Funnybunny". Tað var gott at vera saman aftur:o) Og tað verður spennandi framyvir.

Mánakvøldið á blákrosscafé


Mánakvøldið sang Ekklesia á blákrosscaféini í Kongagøtu í Havn. Tað er mitt í býnum og tætt við hjá okkum, so vit fóru ein túr framvið og tóku nakrar myndir og videoklipp. Sí eisini videosavn.

søndag den 12. august 2007

Hendrik á fjalli í Bergi


Seinasta týskvøld komu fjallboð úr Árnafirði til Havnar. "Fjallboð í Bergi og Mjóvaseyðinum í morgin." So Hendrik fór tíðliga av fótum og var til morgunmat í Árnafirði kl.7. Kl. 7.45 var fari til gongu yvir á Ísaskarð. Tað vóru 15 fjallmen, so teir vóru væl mannaðir, vanliga eru teir 12.
Seyðurin var ringum at reka fyrru gongu, og tað var helst orsakað av veðrinum. Tað var jú avbera gott veður mikudagin.


Teir vóru í rætt uml. kl.14.30. Og síðan fóru teir at royta, meðan Hendrik og Jákup fóru við báti eftir eini ær, sum hevði finigð ull um beini.
Tá ið teir vóru lidnir at royta fóru teir til gongu aftur, beint niðan frá rættini, niðan á Ísaskarð aftur. Hesa ferð gekk betur at reka, og men tó var nakað av mjørka heilt uppi á fjallinum. Sambandið við hvønn annan var tískil hildið við WALKIE-TALKIE.
Í rættini skuldi seyðurin so roytast og so menninir heim, fyri at gera klárt til fjalldøgurðan.
Uml. kl.20.30 var døgurðin, og so koyrdi Hendrik suður aftaná tað.
Tá var maðurin móður og troyttur og hann hevði eisini brent seg nakað av sólini.
Sí myndasavn, har eru nakrar myndir frá degnum.

tirsdag den 7. august 2007

Sælari er at geva enn at fáa...


Hesin setningurin hevur rungað í høvdinum hjá mær síðan ungdómsmøtið hóskvøldið. "Sælari er at geva enn at fáa." Vit menniskju eru so sjálvsupptikin av natúru, og tú kanst blíva heilt ússaligur av at hugsa um teg sjálvan, og alt tú vilt hava og fáa. Men hesi vísdómsorð siga: sælari er at geva enn at fáa. Og tað er júst tað tú upplivir, tá ið tú gevur, tú verður eydnusamur av tí. Í hesum sambandið hava vit átikið okkum tað uppgávu, at hjálpa NLAI við at kunna um teirra arbeiði. Vit hava fingið nøkur kort á stødd við eitt postkort, har tað stendur í stuttum á føroyskum, hvussu tú kanst gerast stuðul fyri børn í Kenya. Tað eru 2000 kort, og ætlanin er so at fáa hesi kort út til fólk. Ætlanin er at leggja tey á bensinstøðir, handlar, bókasøvn o.a. Kortini skulu helst so víða í Føroyum sum gjørligt. Og tað er ikki møguligt hjá okkum báðum at bera øll kortini út. Tí høvdu vit verið sera fegin, um onkur vil hjálpa okkum við hesum. Alt ger mun. Kanska tú kanst taka til ein handil, har tú býrt og spyrja har, so er tað ornað. Ella møguliga onkur av tykkum arbeiðir í handli. Um tit hava hug at hjálpa og vilja hoyr nærri, so eru tit vælkomin til at senda e-mail til: hendrik@arf.fo


Og minst til: Sælari er at geva enn at fáa :o)

lørdag den 4. august 2007

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri...


Á tað deiliga veður!! Halda tit ikki eisini tað. Matteltið á summarfestivalinum fór á flog, bannararnir hjá Klaksvíkar kommunu eru allir skrædnarnir, og summarfestivalurin er avlýstur vegna veður. Og tað mest áhugaverda er, at í dag er 4. august. Má spyrja um vit liva í eini tíðarmaskinu, tí følist sum ein harður vetrardagur. Sindur av regni og vindi klára vit um summarið, men hetta er bara for nógv. Teltið hjá NHR og ÁRF, sum teir høvdu leigað út til festivalin, lá innan fyri garðin við minnisvarðan, tað máttu vit taka eina mynd av.



Annars hava vit verið í 80 ára føðingardegi í dag. 80 ár er mansins ævi, sigst. So tað er gott klárað:o) Tillukku við degnum abbiDia.

Summarfestivalurin


The Scorpions rokkaðu Vágsbø í gjárkvøldið, vit vóru og lurtaðu, konsertin var "fínasta slag", men ikki super í mínum oyrum. Eg haldi at teir mistu áhoyraran mitt í konsertini.

Tann næsta konsertin var við Jógvan Hansen, hann fekk lív í fjøldina.

Í gjár vóru ímillum 9 og 10.000 fólk á festival.


Væntandi koma nakrar myndir frá festivalinum út á myndasavnið mánadagin.

torsdag den 2. august 2007

Ungdómsmøti í Oasuni


Her eru Jósva'arnir báðir og Hallgerð.
Í kvøld hava vit verið á ungdómsmøti í Oasuni.
Har vóru uml. 40 ung fólk. Millum onnur vóru hesir báðir. Báðir eita teir Jósva. Jósva Debes er longst til høgru. Hitt er Jósva Meitilberg, ið er heima í feriu úr Kenya. Hann er sonur Malenu og Jens, sum Hallgerð búði hjá í Nakuru, Kenya. Teir hugnaðu sær óført í kvøld. Teir spæla báðir trummur, so teir og Hendrik høvdu okkurt at tosa um:o)
Sí eisini "Videosavn"

onsdag den 1. august 2007

"Du almægtige Evan"


Í kvøld hava vit verið í biograf. Vit hugdu eftir filminum "Du almægtige Evan". Hann er um kongresslim, ið fær eitt kall at byggja eina ørk eins og Nóa. Tó at hann stríðist í móti av øllum alvi, brúkar Gud alt fyri at fáa hann at byggja ørkina. Og tá ið Evan til seinast yvirgevur seg, byrja fólk bara at taka avstand frá honum.

Hóast stóran iva og mótstríð heldur Evan fæst við at vera lýðin móti og byggir ørkina. Har henda nógv løgin ting:-p Tá ið Gud so eisini "opinberar" seg fyri konuni, sum er rýmd saman við børnunum, fara tey øll heimaftur at byggja ørkina, so at tey kunnu strykjast sum familja. Tað var jú júst tað bønin hjá konuni var: At tey øll skuldu styrkjast og samansjóast sum familja. Ikki líka stuttligur sum "Bruce almighty", men jújú har var ein boðskapur. Bara ikki so greiður sum í "Bruce almighty".

Filmurin sigur eisini nakað um at vit vera mynda gjøgnum okkara umstøður og tað vit fara í gjøgnum.