tirsdag den 22. januar 2008

Vid hjalp

I dag hava vit verid vid hjalp i Show gound. Vit govu: 60 teppi, 20 babyteppi, 50kg baby mat, 20kg sukur, 40 pk av te, 50kg ris, 50kg av bonum, 50 breyd og harafturat bind, blaedur og barnaklaedi.
Fleiri av flottunum voru kvinnur vid barn. Tad vil siga at fleiri hava att har a okinum. Tey hava 50 nydfodingar og tey hovdu onki at geva teimum.
Vit hava keypt hetta saman vid Malenu og Jens fyri pengar fra foroyingum sum hava flutt pening a konto i Eik. Vit hovdu trupulleikar vid tad at vit fingu skeivt kontonr. Men to hava vit havt moguleikan at hjalpt nogvum. Malena og Jens hava eisini verid fyrr vid ting fra somu konto.
Av ti at vit govu so storar nogdir, foru teir a lagri hja reyda krossi og vera ikki goumd a Showground, ti har er ikki nokk av lagur plassi.
Men samstundis, so fingu vit moguleika at siggja tad stora arbeidi reydi krossur ger. Vit foru so sjalvi nidan aftur a Showground vid onkrum sotum til bornini.
Si myndir a myndasavni.
Vit takka eisini hervid ollum, sum hava verid vid til at givid og gjort hetta moguligt.

lørdag den 19. januar 2008

Valkvøld

Her í Kenya hátíðarhalda vit valkvøldið. Tað verður við Banana brownies og ísi. Her fáa tit uppskriftina, so at tit eisini kunnu smakka hetta góðgæti:o)

Banana Brownies (valkøka)
225 g sukur
2 egg
75 g av myrkari sjokolátu
60g mjøl
100g knústar nøtur
½ dl mjólk
½ dl margarin
2 bananir
1. Blanda sukuri og eggini væl
2. Smeltað sjokolátuna yvir vantbað
3. Blandað restina uppí
4. Baka á 175 ̊C í 25 min. (í okkara ovni 55 min, sooo vita ikki heilt)
5. Kann etast saman við ísi.

Vónandi verður úrslitið vert at hátíðarhalda!! :o)

fredag den 18. januar 2008

Mótmælisroynd í Nakuru

Vit vóru í býnum í dag. Alt gekk sína vanligu gongd. Vit gingu í ymsar handlar. Tá ið vit komu út úr einum handli sá tað út til at alt fólki hugdi ein veg, síðan runnu øll tann vegin. So hoyrdu vit eitt skot og so runnu øll hin veg, í móti okkum. Tá var tað, tað at Mike Brown, sum stillaði upp fyri ODM í Nakuru, royndi at mótmæla saman við nøkrum fáum øðrum. Tað vóru kanska uml. 10 fólk, sum gingu mótmælisgongu. Og øll hini vóru klár at fara í móti teimum. Men politiið ella herfólk var har og skutu so eitt skot í luftina, so fólki spjaddist. Vit fóru bara beinleiðis heim.
Ein blívur skelkaður av at hoyra eitt skot so nær við. Og alt fólki fór at renna, so tað er skjótt at alt fer í panik. Brádliga so hugsar man at man er mitt í øllum tí ein sær í sjónvarpinum.

Fólk siga nú, at ODM hevur kunngjørt at nú vera mótmælisgongur hvønn týs, miku -og hósdag.
Vit fara so at hyggja at tíðindunum kl. 21

torsdag den 17. januar 2008

Vedurlagsbroytingar

Ja vit vita ikki ordiliga um vit ikki kunnu loyva okkum at kalla tad sum fer fram her vedurlagsbroytingar. Januar plagar at vera heitasti mani her. So 12. januar, ta id Hallgerd hevdi fodingardag hildu vit at nu var summarid komid. 44 hitastig voru henda dagin. Men sidan tad hevur tad regna hvonn dag vid undantak av einum yvirskyggjadum degi. Og folka tosa um um regntidin er komin og hetta eigur at vera heitasti manadin. Vit skilja sera litid av hesum. Vit plaga at spyrja tey um skipanin er uti av lagi, og so flenna tey;o)

Annars vilja vit ynskja ollum eitt gott val og siga at vit hava langt sidan valt. ad gjordu vit adrenn vit foru. Vinarliga atkvod i okkara veljarakanning.

onsdag den 16. januar 2008

Mótmælisgongur

Í dag hava vit arbeitt heima vegna fráboðaðu mótmælisgongunum. Men her í býnum hevur verið sera friðarligt siga tey. Nógv politi og herfólk, men ongin ófriður. Tað bleiv sagt at handlarnir ikki skuldu hava opið, men so var ikki. So væntandi fara vit út í morgin.
Harafturímóti í Eldoret hevur tað verið øðrvísi, Birgitte úr Esbjerg, sum býr har ringdi og segði at tey eru heima, men at tey hoyra skot. Heilt til teirra hús hoyrast skotini. So tað eru rðuleikar summa staðni. Mest í Kisumu, Mombasa og Eldoret.

Mánadagin byrjaði Hallgerð undirvísing fyri tey børnini, sum eru frá 12 ár og upp eftir. Tað var fyrstu ferð, men tað gekk gott allíkavæl. Vit høvdu bøkur við úr Føroyum til at brúka. Tað var sindur rokaligt, tí tey spurdu um tey høvdu loyvi at skriva í bókina og síðan um tað skuldi vera við blýanti. Men eg fekk so sagt at tað var teirra bók, so tey vóru vælkomin at skriva alt tað tey kundu og við penni um tey høvdu hug.
Men í annaðkvøld verður so undirvísing aftur, so tað verður spennandi.

tirsdag den 15. januar 2008

Nu eri eg eitt ar storri enn i gjar ;o)

Ja 12. januar fylti Hallgerd 20 ar, so vit hildu fodingardagin i husinum hja Susanne og Leif. Tad voru vit foroyingarnir og so fyra afrikanarar i fodingardag. Tad var ein sera heitur dagur, so heitt at vit ikki sotu uttanfyri, 44 hitastig. Men tad var hugnaligt. Vit hovdu gestir fra kl.15 til skyming, ti tad er vandamikid at vera uti i myrkri.

Afrikanarar eru ikki vanir vid okkara slag av kakum, so tad var eitt upplivilsi fyri tey. Men tad var eisini ein avbjoding at gera taer. Her er einki sum eitir melis, sum vit kenna tad, hitt hvita sukuri, bara rorsukur. Og tad tykist sotari enn tad hvita. So er heldur einki vaniljusukur, og tad kann vera ein avbjoding ta ein skal gera kakukrem, ti eingir pakkar av kakukrempulvuri faast. Annars er naestan einki tad sama, sjalvt romin virkar odrvisi og hann er dyrari enn i Foroyum, so Froyar er ikki tad dyrasta stadid. Um ein skal eta sum i Foroyum, so liggja nogv ting um somu prislegu. Hosnarungar 28 kr, kaffi kann koma uppa 50 kr pk. Og Kenya framleidir kaffi. Trupulleikin er bara at kenyanarar drekka ikki kaffi. Tey tingini allir kenyanarar bruka, so sum mjol og ris er biligt. Medan morgunmatarvorur kunnu kostad 46kr og 8 flisar av grovum breydid 26kr.

torsdag den 10. januar 2008

Tillukku, tillukku tillukku til tin

Her skriva vit eina litla heilsu til fodingardagsbarnid.
Goda Marta tillukku vid degnum. Nu ert tu blivin stor ha? Fastir og Hendrik hava sent okkurt vid postinum i dag. Har er okkurt til allar triggjar diddurnar hja okkum at spaela vid. Tu veksur so skjott, halda vit.
Hav ein godan dag.

Her kemur eisini ein eitt sindur seinkad fodingardagsheilsan til Signu, vonandi hevdi tu ein godan dag. Okkurt er eisini a veg i postinum til tin.
Vonandi kemur posturin fram :o)

Annars so rigadi at baka i gjar, so i morgin fara genturnar undir at laera muffins. Tad verdur spennandi, Alice, arbeidsgentan(konan) kemur famvid at hyggja at nyggja husinum og ovninum hja gentunum. Vit eru eisini byrja at venja ein lovsangsbolk. Fyrst voru vit bara foroyingar, emn eftir eina viku hava vit blanda fyra kenyanarar uppi.
I gjar gekk dagurin hja Hendrik fyri tad mesta vid trummuvenjing. Tad gongur vael. Har eru heilt vist nokur talent, medan onnur halda tad vera frusererandi i byrjani, men eftir eini lotu so gongu tad fint.
So nu skulu teir bara faa loyvi at venja og venja.
Nu fara vit at byta skeivar stoddir um av buksum sum bornini fingu i jolagavu.

tirsdag den 8. januar 2008

Neydhjalp i Nakuru

Hesa vikuna til og vid hosdegnum samla vit eisini inn, so at vit kunnu vera vid til at hjalpa ollum teimum flottarfolkunum, sum eru komin og framvegi koma til Nakuru. Lindini ringdi til malenu hesum vidvikjandi, so moguliga tann samtalan verdur endursend.
vit hava sent kontonr. til nokur sum vit hava e-mail addr. hja, mn tiverri hevdi bankin givid okkum skeivt tal, so seinasta talid skal vera 5 og ikki 9. Haldid okkum til godar.
Hallgerd og Hendrik

Gongd komin a, men to....

Hey har heima
Nu eru vit so byrja at arbeida aftur, men vit renna altid inn i okkurt sum ikki er sum heima. Vit foru oman a barnaheimi i dag. Hallgerd skuldi byrja vid at gera smakakur og at laera genturnar og kokkin i kokinum i nyggja gentuheiminum. Tey hava ein storan nyggjan ovn, so tad var spennandi. Tey gjordu deiggi, og tendradu ovnin, so hann kundi hitast, men adrenn tey fingu sett smakakurnar i, var forleingjarin, onkur hevdi sett i millum, kortsluttadur. Elektirkarin var har so hann setti so ovnin ordiliga til, men ta id smakakurnar hovdu verid i i 4 min riggadi tad heldur ikki. So vit mistu pippi eina lotu. Hendrik vildi gera pappir, men har var einki vatn i dag. Vaentandi mugu vit keypa vatn i morgin, ti tad manglar vatn allastadni.

Vit gera smakakurnar til at selja. Vit hovdu eina roynd fyri jol og i einum handli hava vit bara selt smakakurnar. Taer voru i krukkum, men nu vilja vit royna at pakka taer fyra og fyra i hvonn posa, ti afrikanarar eru ikki vanir vid at keypa nogv a gangin. Og sjalvandi so er i summum forum ov dyrt fyri tey at keypa i storum.
Hetta skal i framtidini vera ein inntoku fremjandi verkaetlan.

onsdag den 2. januar 2008

Nakuru 2. jan

Hey tit har heima.
Vilja bara siga, at vit hava tad gott. Kanska onkur hoyrdi Hendrik i UF i morgun, tad verdur helst endursent i kvold.

Her er alt byrja sina vanligu gongd, folk eru til arbeidis o.s.v., men tad er um kvoldid raeduleikarnir ganga fyri seg. Vit hava hoyrt, at nu gera Luo og Kikuyu seg bara inn a hvonn annan, vid at stjala fra hvor odrum og drepa familju hja hvor odrum. Hetta er ikki almenn tidindi vit hoyra, men fyrrverandi gotudreingir fortelja hvat hendir. Teir siga at tad gongur mest ut yvir liv a bornum og kvinnum, alt i slummunum. Men enn einaferd hetta hendir alt um kvoldid, so vit kenna ikki til hetta. Tey siga, at sjalvt politiid heldur seg vekk ta. Nu er fridarligt vid barnaheimi, men stridi hevur flutt seg longur ut ur bynum. Motsattan veg sum vit bugva, so tad fer longur og longur vekk fra okkum.

Ein taxaforari, id onkuntid koyrir okkum, fortaldi okkum at hann um mogrunin 31. des. fann 5 lik uttanfyri husid hja saer, og av ti sama valdu tey at flyggja. Bornini eru nu a einum stad og hann og konan a einum stad. Ja vit nyta taxi nu fyri at vera so trygg sum gjorligt.

I morgin hevbur ODM boda fra fridargongu, sum summi kalla tad, medan sjonvarpid her kalladi tad bonarmoti. To vaenta oll okkurt raeduligt, so i morgin vera vit heima.

I morgun fortaldi beiggi Michael, at blod framvegis rann ur oyranum. Er tad tekin upp a brostna trummuhindu? Kan nakad gerast? Rontgenmynd og adrar royndir vistu onki. Hann sigur tad skrovar i oyranum. Men hann er byrjadur at eta og koma fyri seg.