So eru vit á veg til Kenya. Í Danmark vitja vit familju. Tað er kanska ein partur, sum man blívur glaðari og glaðari fyri við árunum. Sum ungur vil man bara sleppa út í verðina, men við árunum sær man týdningin av relatiónunum, sum altíð hava verið har, og har er familjan tann mest sjálvsagda.
Fríggjadagin vóru Hallgerð, Hendrik og Katrin Elisabet og vitjað Susanne og Leif Madsen, sum byrjaðu arbeiðið New Life Africa International. Tey búgva nú í Danmark, men Susanne vitjar javnan í Kenya og kemur eisini at vera í Kenya samstundis sum vit.
Tey arbeiða framvegis fyri NLAI, men eru nú tættari upp á síni børn og barnabørn.
Vit høvdu eina so deiliga løtu saman.
Í 4 mánaðar í 2007-2008 búðu vit bæði í einum lítlum húsi í garðinum hjá Susanne og Leif. Tað er frá tí tíðini gomlu innsløgini á blogginum eru.
Tað var deiligt at síggja tey aftur 😊 Tey eru so fitt og hjálpsom. Og tá ið man skal til Kenya, so er best at læra frá teimum bestu, og tað eru tey 😊
Um tit ynskja at lesa meira um arbeiðið, so ber til at lesa á: https://newlife-africa.org/da/

Fyrr í hesum mánaðinum vóru vit eisini og vitjaðu Malenu Meitilberg. Hallgerð hevur havt tað gleði at búgva hjá Jens og Malenu, tá ið hon fyrstu ferð fór til Kenya. Tað var saman við Albertu í 2006. Og Malena og Jens búðu eisini í Nakuru, tá ið vit vóru har saman.
Tað var so deiligt at síggja Malenu aftur, vit og børnini hugnaðu okkum. Tað var so deiligt, at Josva og genturnar eisini kundu vera við.
Og vit høvdu nógv stuttligt at tosa við Malenu og Josva um. Alt góð minnir frá Kenya. Eisini um Jens, sum tíverri er farin undan okkum. Eftir eina ferð so langt burtur frá heimlandinum, og serligu undir teimum umstøðum, sum vit vóru har í, tá ið tað var ófriðaligt í samband við val, so hevur man nógv ting saman, sum onnur kanska ikki hava innlit í á sama hátt.

