onsdag den 21. januar 2026

Nairobi

Vit hava havt ein fantastiskan dag í Nairobi, týsdagin 20. jan.

Tey gomlu vóru heima fyrra partin av degnum. Ferðin hevur verið long og strævin, og vit vóru tíðliga uppi.


Vit fóru ein túr á Karen Blixen museumið, har tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, hvussu ein dani búði í Kenya fyri 100 árum síðani. Tað var vakrasta hús í Nairobi økinum tá. Sjálvt táveranfi prinsurin av Wales vitjaði har.

Serliga stuttligt var at síggja kongaliga stellið, sum hon hevði við úr Danmark, leyvu- og leopardskinnini á gólvinum og veggjaklokkuna, sum hevur ein fugl sum kemur út í hvønn heilan tíma. Sum heild er økið deiliga friðaligt og vakurt.




Vit høvdu ætlað at farið til Boams of Kenya, men har verður ein stevnuhøll bygd, som vit broyttu ætlan.

So vit vístu børnunum giraffsentrið. Giraffaebtrið er bygt, tí Rothchild giraffarnir í eysturKenya vóru næstan útdeyðir, teir vóru komnir niður á 120 stk.


Tey taka so ungar giraffar, sum hava trupult við at koma undan, passa teir innan fyri eitt øki í 18-24mðr, og síðan verfða teir sleptir útaftur í øllum góðum. Øll, sum koma inn kunnu fáa nakrar grasperlur, sum man fær loyvi til at fóðra. 


Vit vóru heldig og ein giraffur kom yvir, so tað bleiv kapping um at geva og taka myndir. Vit fingu nakrar myndir.








Um kvøldið fóru vit øll á Carnivore matstovuna. Tað er ein heilt serlig matstova, sum er kend fyri at servera krokodillu og struts av og á.

Hon er sera undirhaldandi. Vit fingu alskyns kjøt grilla á eldi: neytariv, fisk (tilapia), høsnarungapylsur, neytakjøt, lambsriv, grísariv, strutsafrikadellur, lamstjógv, strutsalær, høsnarunga og kalkun, kjøtpylsur og tarvanossur. Afturvið var chips, eplabátar, ymsar salatir og sósir.

Børnini vóra sera djørv og røsk at royna matin. 

Áðrenn desertin kom á borðið, komu tænararnir syngjandi til lukku til Hallgerð 🥳

Eitt stórt upplivilsi! 😊


mandag den 19. januar 2026

Á veg

So eru vit á veg til Kenya. Í Danmark vitja vit familju. Tað er kanska ein partur, sum man blívur glaðari og glaðari fyri við árunum. Sum ungur vil man bara sleppa út í verðina, men við árunum sær man týdningin av relatiónunum, sum altíð hava verið har, og har er familjan tann mest sjálvsagda.

Fríggjadagin vóru Hallgerð, Hendrik og Katrin Elisabet og vitjað Susanne og Leif Madsen, sum byrjaðu arbeiðið New Life Africa International. Tey búgva nú í Danmark, men Susanne vitjar javnan í Kenya og kemur eisini at vera í Kenya samstundis sum vit.

Tey arbeiða framvegis fyri NLAI, men eru nú tættari upp á síni børn og barnabørn.

Vit høvdu eina so deiliga løtu saman.

Í 4 mánaðar í 2007-2008 búðu vit bæði í einum lítlum húsi í garðinum hjá Susanne og Leif. Tað er frá tí tíðini gomlu innsløgini á blogginum eru. 

Tað var deiligt at síggja tey aftur 😊 Tey eru so fitt og hjálpsom. Og tá ið man skal til Kenya, so er best at læra frá teimum bestu, og tað eru tey 😊


Um tit ynskja at lesa meira um arbeiðið, so ber til at lesa á: https://newlife-africa.org/da/





Fyrr í hesum mánaðinum vóru vit eisini og vitjaðu Malenu Meitilberg. Hallgerð hevur havt tað gleði at búgva hjá Jens og Malenu, tá ið hon fyrstu ferð fór til Kenya. Tað var saman við Albertu í 2006. Og Malena og Jens búðu eisini í Nakuru, tá ið vit vóru har saman.

Tað var so deiligt at síggja Malenu aftur, vit og børnini hugnaðu okkum. Tað var so deiligt, at Josva og genturnar eisini kundu vera við.

Og vit høvdu nógv stuttligt at tosa við Malenu og Josva um. Alt góð minnir frá Kenya. Eisini um Jens, sum tíverri er farin undan okkum. Eftir eina ferð so langt burtur frá heimlandinum, og serligu undir teimum umstøðum, sum vit vóru har í, tá ið tað var ófriðaligt í samband við val, so hevur man nógv ting saman, sum onnur kanska ikki hava innlit í á sama hátt.



onsdag den 14. januar 2026

Every journey starts at home…

Tá ið eg fór fyrstu ferð til Kenya, var eg 18 ár.

Eg hevði glett meg at blíva 18, so eg kundi sleppa til eitt fjarskotið land, og valið fall á Kenya, tí eg hevði kontaktað Susanne og Leif Madsen, aftaná eg hevði møtt teimum á Soli Deo Gloria. Og tað var eyðsæð, at tey høvdu longu tá uppbygt eitt gott arbeiði í Kenya.


Tey høvdu nakrar reglur og vegleiðingar, sum skuldu gera tað greitt, hvat vit komu til. Og tað haldi eg var ordiliga gott!


Men eg má siga, at eg fekk góða vegleiðing heimanífrá. Mamma og babba spurdu nakrar spurningar og lósu um trygdina í landinum osfr. Men annars haldi eg, at tey høvdu innsæð, at eg var ikki nem at hegna inni ;) 

Og tað er fantastiskt fyri ung, sum ynskja at síggja heimin at fáa slíkan stuðul og uppbakning. Sjálvt um tað helst hevur verið ringt at sleppa mær avstað.


Og ikki bara heima fekk eg uppbakning. Eg minnist, hvussu samkoman, elstarnir, sum sótu tá, bóðu fyri mær, stuðlaðu mær og enntá góvu mær eina fíggjarliga gávu í samband við túrin.


Hvønn grundvøll man hevur, kemur at mynda tínar dreymar, títt avsett út í vaksna lívið, og eisini hvat tú hevur hug til.


Og tá man kemur við slíkum hugskotum, so er 

stórur munur á at verða møttur við opinleika ella fordómum.


Tá eg og Hendrik fóru avstað árið eftir minnist eg, at Marianna gav okkum hetta versið:


Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; (Jes 55, 12)


Ein góð áminning til okkum foreldur, hvussu vit møta okkara børnum í tí tey hava hug til og dreymar um.


Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! (Kol 3, 21)


Hví skrivi eg alt hetta, jú tí eg eri so takksom, at eg slapp tann túrin til Kenya, tí hann hevur myndað mítt lív sera nógv. Og førdi faktisk til 4 aðrar túr og nú til hendan 6. túrin, har eg fegin vil vísa børnunum Kenya, tí tað hevur havt so stóran týdning fyri meg.

søndag den 4. januar 2026

18 ár seinni

Vit hava seinastu tíðina fyrireikað ein túr til Kenya.

Vit fara avstað í 1 mánaða við allari familjuni. Og í tí sambandi fóru vit at leita eftir hesum blogginum, tí vit hildu, at hann kundi vera eitt gott amboð hjá okkum í Kenya, serliga tí vit ikki endiliga ynskja at vera tøk á sosialu miðlunum allatíðina.

Vit koma at skriva akkurát sum orka, netsamband og hugurin er til tað, men vit hopa, at tað kann vera ein máti hjá vinum og familju at fylgja við á túrinum.


søndag den 26. oktober 2008

Húsini í gerð

Tann 1. juli stoyptu vit fyrsta fromin av húsinum hjá okkum. Og 1. aug vóru vit liðug at stoypa. Meginpartin av august mánaði vóru vit og ferðaðust í Evropa. 1. september byrjaði Hallgerð á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hon lesur BA. í føroyskum. Og nakað aftaná byrjaði Hendrik at arbeiða hjá JT kaving, har hann fyri tað mesta kavar í alibrúkum kring landið.
Mikudagin 22. oktober reistu vit so húsini, so nú hava vit valt at leggja nakrar myndir út á myndasavnið til tykkum, sum ikki fáa fylgt so væl við har norðuri.

søndag den 24. februar 2008

Langt síðan seinast

Vit búgva so í Klaksvík nú. Í morgun hevur tað kava eitt sindur, flykrurnar bráðna so hvørt, tí vegurin er vátur. So kavin liggur í fjøllunum. Í gjárkvøldið var nógvur vindur ymsastaðni kring landið, men her var eisini nakað av vindi. Dunkar og annað gott fóru sendandi eftir vegnum. Men vit halda at vindurin má vera givin uml.13 tíðina, tí tað hoyrdist onki og bæði hava sovið sera væl, sjálvt um vindeygað var beint móti vindinum. Ella er tað bara vit sum hava góðar svøvngávur...? ;o)
Í dag fara øll á SDG við bussi til havnar at hava møti í Filadelfia. Tað verður nakað stuttligt. Vit fara úr Klaksvík kl.15.30, væntandi verður tað ikki sum í Kenya, at vit skulu bíða nakrar tímar til øll eru klár at fara.
Vit fáa eisini gestir í dag til døgurða, tað verður ordiliga deiligt. Durita, Marta og Rannvá koma at vitja, sman við foreldrunum sjálvandi. Tíðin gongur so skjótt, at tað verður ikki leingi til at tær koma sjálvar. Men tað verður kanska eisini styttri.
Sum tær plaga at siga "Mamma sigur at tit fara at búgva síðina av okkum, tá ið vit fáa nýtt hús." Ja tað verður spennandi.

torsdag den 14. februar 2008

Búgva nú á SDG


Ja nú eru vit so komin upp á pláss aftur í Føroyum. Vit búgva í Klaksvík, í íbúðini á Soli Deo Gloria. Her hava vit gott pláss. Vit hava sum so ikki gjørt nakað við íbúðina uttan at flyta eitt sindur runt upp á møblar. Men tað er vorðið eitt sindur hugnaligt, halda vit. Í hvussu er hugnaligari... :o)

Vit hava ikki fingið nakað starv enn. Hendrik hevur verið til onkra samrøðu, men hann helt ikki, at tað starvið riggaði heilt, nú tá ið vit vilja vera saman við teimum ungu á SDG mikukvøld og hóskvøld.

Síðan vit komu heim hava vit eisini verið á venjingarskúlanum og fortalt um Kenya. Tað var stuttligt. Vit søgdu frá um Kenya og mannarættindi og høvdu eisini onkur ting við.

Dreingirnir vóru sera áhugaðir í svørðinum, sum Hendrik hevði býtt við ein Masai við ein kepp. Ein genta tók til um tey kundu býta um, um Hendrik fekk tveir keppar :o)

Vit vóna eisini at vit fáa møguleikan at koma út aðrastaðni at fortelja um túrin í Kenya.

mandag den 4. februar 2008

Heimkomin

Ja nú sita vit í Hvannasund. Tað var ein langur túrur, so tit hava onki hoyrt frá okkum. Tað var sera tungt at arbeiða hjá okkum og umstøðurnar eru nógvar broyttar. Vit vóru eisini biðin um at umhugsa støðuna, so eftir eina drúgva umhugsan, tóku vit avgerðina. Á vegnum fóru vit í brúdleyp í Hillerød, tað var eitt gott brúdleyp hjá Sólva og Ole André, sum nú eru í Tailandi í tríggjar vikur.
Mynd á myndasavni.

søndag den 27. januar 2008

Vikuskifti í Nairobi

Ja fríggjamorgunin kl.6.45 løgdu vit so leidina saman við Miu og Betty til Nairobi. Høvuðsorsøkin til túrin var at okkara visum var útgingið, men so royndu vit at gera ein túr burtur úr tí. Nú kemur ferðlagið, sum skuldi koma til Kenya í mars jú ikki vegna ófriðin. Aftaná at vit vóru farin úr býnum, var øll ferðsla blokerað, og ófriður breyt út í Nakuru. Tað gekk sera harðliga fyri seg. Tað var so útigongubann fríggjakvøldið. Men í dag, sunnudag, eru vit so komin aftur og ferðsla er til, frá og í gjøgnum býin.
Vit fingu boð um at tað vóru blokeringar á vegnum til Nakuru, meðan vit koyrdu, men førarin fekk fortalt frá mótkoyrandi bilum at politiið var har. Tað sá út til at hava verð sera rokaligt við Naivasha og har á leið. Grót á vegnum og brendar forðingar.
Vit eru sera glað fyri at vera aftur í Nakuru. Vit eru hjá Malenu og Jens og vera her til ófriðurin er av. Túrurin var góður og vit fingu orna okkara ting. Hóast vit føldu okkum øgiliga illa, tá ið vit vóru inni á kontórinum, har vit skuldu fáa longt visum. Tað er fyrstu ferð at vit hava møtt rasismu her úti. Tað var sera óbehagiligt. Men nú vit tað so gott :o)

torsdag den 24. januar 2008

Dialogur i gongd i dag

Sum tit moguliga hava hoyrt i tidindunum, so er Koffi Annan saman vid odrum komin til Kenya fyri at leida samradingarnar millum smgongu og andstodu. I gjar mottu tey so Raila Odinga, leidaran fyri ODM. Og aetlanin var eisini at mota Kibaki forseta, men so bleiv ikki. Men sagt var at fundurin var fluttur til i dag. I dag er eisini dagurin teir badir, Raila og Kibaki, skulu motast til fundar fyri fyrstu ferd fyri uttan tingsetanina. Tad hava veri aetlanir um fundi fyrr millum teir badar, men tad er altid miseydnad. Vit gledast um at motmaelisgongurnar nu eru avblastar. Og at Koffi Annan er komin til landid at faa partarnar at tosa saman.

Handilslivid er aftur tad sama i Nairobi. Sjalvi skulu vit til Nairobi i vikuskiftinum fyri at leingja visum. Tad sigur so mikid sum at vit hava bara 3 mdr eftir fra i morgin.