søndag den 24. februar 2008
Langt síðan seinast
Í dag fara øll á SDG við bussi til havnar at hava møti í Filadelfia. Tað verður nakað stuttligt. Vit fara úr Klaksvík kl.15.30, væntandi verður tað ikki sum í Kenya, at vit skulu bíða nakrar tímar til øll eru klár at fara.
Vit fáa eisini gestir í dag til døgurða, tað verður ordiliga deiligt. Durita, Marta og Rannvá koma at vitja, sman við foreldrunum sjálvandi. Tíðin gongur so skjótt, at tað verður ikki leingi til at tær koma sjálvar. Men tað verður kanska eisini styttri.
Sum tær plaga at siga "Mamma sigur at tit fara at búgva síðina av okkum, tá ið vit fáa nýtt hús." Ja tað verður spennandi.
torsdag den 14. februar 2008
Búgva nú á SDG
mandag den 4. februar 2008
Heimkomin
Mynd á myndasavni.
søndag den 27. januar 2008
Vikuskifti í Nairobi
Vit fingu boð um at tað vóru blokeringar á vegnum til Nakuru, meðan vit koyrdu, men førarin fekk fortalt frá mótkoyrandi bilum at politiið var har. Tað sá út til at hava verð sera rokaligt við Naivasha og har á leið. Grót á vegnum og brendar forðingar.
Vit eru sera glað fyri at vera aftur í Nakuru. Vit eru hjá Malenu og Jens og vera her til ófriðurin er av. Túrurin var góður og vit fingu orna okkara ting. Hóast vit føldu okkum øgiliga illa, tá ið vit vóru inni á kontórinum, har vit skuldu fáa longt visum. Tað er fyrstu ferð at vit hava møtt rasismu her úti. Tað var sera óbehagiligt. Men nú vit tað so gott :o)
torsdag den 24. januar 2008
Dialogur i gongd i dag
Sum tit moguliga hava hoyrt i tidindunum, so er Koffi Annan saman vid odrum komin til
Handilslivid er aftur tad sama i
tirsdag den 22. januar 2008
Vid hjalp
Fleiri av flottunum voru kvinnur vid barn. Tad vil siga at fleiri hava att har a okinum. Tey hava 50 nydfodingar og tey hovdu onki at geva teimum.
Vit hava keypt hetta saman vid Malenu og Jens fyri pengar fra foroyingum sum hava flutt pening a konto i Eik. Vit hovdu trupulleikar vid tad at vit fingu skeivt kontonr. Men to hava vit havt moguleikan at hjalpt nogvum. Malena og Jens hava eisini verid fyrr vid ting fra somu konto.
Av ti at vit govu so storar nogdir, foru teir a lagri hja reyda krossi og vera ikki goumd a Showground, ti har er ikki nokk av lagur plassi.
Men samstundis, so fingu vit moguleika at siggja tad stora arbeidi reydi krossur ger. Vit foru so sjalvi nidan aftur a Showground vid onkrum sotum til bornini.
Si myndir a myndasavni.
Vit takka eisini hervid ollum, sum hava verid vid til at givid og gjort hetta moguligt.
lørdag den 19. januar 2008
Valkvøld
Banana Brownies (valkøka)
225 g sukur
2 egg
75 g av myrkari sjokolátu
60g mjøl
100g knústar nøtur
½ dl mjólk
½ dl margarin
2 bananir
1. Blanda sukuri og eggini væl
2. Smeltað sjokolátuna yvir vantbað
3. Blandað restina uppí
4. Baka á 175 ̊C í 25 min. (í okkara ovni 55 min, sooo vita ikki heilt)
5. Kann etast saman við ísi.
Vónandi verður úrslitið vert at hátíðarhalda!! :o)
fredag den 18. januar 2008
Mótmælisroynd í Nakuru
Ein blívur skelkaður av at hoyra eitt skot so nær við. Og alt fólki fór at renna, so tað er skjótt at alt fer í panik. Brádliga so hugsar man at man er mitt í øllum tí ein sær í sjónvarpinum.
Fólk siga nú, at ODM hevur kunngjørt at nú vera mótmælisgongur hvønn týs, miku -og hósdag.
Vit fara so at hyggja at tíðindunum kl. 21
torsdag den 17. januar 2008
Vedurlagsbroytingar
Annars vilja vit ynskja ollum eitt gott val og siga at vit hava langt sidan valt. ad gjordu vit adrenn vit foru. Vinarliga atkvod i okkara veljarakanning.
onsdag den 16. januar 2008
Mótmælisgongur
Harafturímóti í Eldoret hevur tað verið øðrvísi, Birgitte úr Esbjerg, sum býr har ringdi og segði at tey eru heima, men at tey hoyra skot. Heilt til teirra hús hoyrast skotini. So tað eru rðuleikar summa staðni. Mest í Kisumu, Mombasa og Eldoret.
Mánadagin byrjaði Hallgerð undirvísing fyri tey børnini, sum eru frá 12 ár og upp eftir. Tað var fyrstu ferð, men tað gekk gott allíkavæl. Vit høvdu bøkur við úr Føroyum til at brúka. Tað var sindur rokaligt, tí tey spurdu um tey høvdu loyvi at skriva í bókina og síðan um tað skuldi vera við blýanti. Men eg fekk so sagt at tað var teirra bók, so tey vóru vælkomin at skriva alt tað tey kundu og við penni um tey høvdu hug.
Men í annaðkvøld verður so undirvísing aftur, so tað verður spennandi.