mandag den 31. december 2007
Valið
Av tí at Raila hevði ligið framman fyri allatíðina gjørdi tað fólk mistonksom. Politikkararnir vóru sera avslappaðir í hølunum, har teir bíðaðu eftir úrslitinum, men tá ið teir tosaðu í sjónvarpinum vóru teir óðir, so tað var eisini við til at øsa fólki. Í fleiri býum vóru mótmælisgongur og tey byrjaðu at brenna bál. Í summum býum brenna tey hús, men tað er ilt at siga hvat orsøkin er. Tey eru møguliga byrja í smáum, men tað hevur vundið upp á seg, haldi eg. Í Kisumu er ein maður skotin og í Kuria eru tvey fólk dripin.
kamping
Har koyrdu vit so runt og sóu ymiskt og fóru eisini ein gongutúr, í eini gjógv við heitum keldum. Tað var eitt upplivilsi, har var nakað knorklut, men jú á berum bibbum, so gekk alt væl. Hetta er ein av teimum fáu parkunum, har ein kann súkkla ella ganga. Aftaná túrin í parkini fóru vit at leita eftir einum kampingplássið og tað funnu vit. Tað er tað besta vit nakrantíð hava sæð her úti. Har vóru verulig WC-kummur, við vatni og øllum. Har var heitt vatn í krananum go í brúsunum, ið varð hita við tað at rørini gingu gjøgnum eitt bál. So tað var ordiliga lekkurt. Heitar brúsur og eisini ein svimjihylur. Har slappaðu vit so av og royndu at fylgja við valinum. Valstøini høvdu stongt yvirraskandi tíðliga, tí væntaðu øll úrslitið sera skjótt.
Dagin eftir riðu Hallgerð, Hendrik, Jens og Josva ein túr. Ein bleiv nakað eymur um dintilin, men alt í alt ein hugnaligur túrur. Eftir túrin løgdu vit okkum við “poolin” men sólin rýmdi og regni kom ógvuliga skjótt aftaná, so vit avgjørdu at koyra ein túr at leita eftir eini matstovu. Vit fóru inn á fínar lodgir, har tað var ov dýrt á afrikanskar matstovur, har tað var ov bíligt, tvætl har tey bara høvdu høsnarunga og chips, so til seinast vóru vit sera svong. Tá leitaðu bara eftir onkrum og vit sóu eitt skilti, har tað stóð flótandi matstova. Vit koyrdu so eftir skiltinum, men tað sá einki út alt vit koyrdu framvið var gamalt og forfallið, vit náddu so fram til eina brúgv. Vit gingu út eftir brúnni, sóu eitt hús fyri endan, men heldur ikki tað sá nakað serligt út. Tí vóru vit sera yvirraskað, tá ið vit komu inn í eina ljósa, lítla matstovu. Matstovan var ein flakið á Lake Naivasha, lítil men hugnaligur. Sevini vóru allan vegin rundan um og alt var vakurt og reint inni. Tá fingu vit okkara leitan afturløntað.
Dagin eftir vaknaðu vit í taltinum, ótu morgunmat, pakkaðu saman og koyrdu til Nakuru, men úrslitið til valið var framvegis ikki komið.
Jólini
Jóladag fóru vit í kirkju kl.10-11:30 tað er stytsta gudstænasta vit hava upplivað herúti. Har var pyntað til jóla, so tvær stórar greinar vóru jólatrø, sum síðan vóru pynta við ljósum og ketum. Tað var undarligt at síggja, at afrikanarar, sum annars pynta seg óført hvønn sunnudag til at fara í kirkju, ikki vóru nakað serliga pyntað henda dagin.
Kl. 16 skuldi okkara fest so byrja, men tá vóru sudanesisku flóttafólkini, ið eisini brúka kirkjuna, ikki liðug við sína gudstænastu. So uml. 16.30 sluppu vit í gongd við at pyntað kirkjuhølið, ið vit brúktu til veitsluna, tí vit vóru so mong. Vit settu jólatræ upp, sum vit høvdu bílagt úr Nairobi, 3m høgt. Tað varð so pyntað við jólaperum, kúlum, klokkum og silkibandssloyfum. Glitur var hongt í vindeyguni og á borðið.
Síðan byrjaði veitslan við góðum afrikanskum mati og sodavatn. Vit komu eisini til gávur, ar børnini fingu mest og síðan starvsfólk og vaksin, sum fyrr búðu á heiminum og teirra børn. Har vóru gávur frá arbeiðinum, frá einum vini í Danmark kallað Anne Katrine og so frá føroyingum. Gávan frá føroyingum, var peningur frá ymiskum fólkum sum hava givið. Tað er serliga Mia Jacobsen, ið hevur staðið fyri tí. Føroyingar góvu nógv, tí høvdu vit møguleika til at keypa jólatræið, sum tey nú kunnu brúka framyvir, jólapynt og gávur. Í gávuni frá føroyingum var undirklæði, sum tey altíð mangla, buksur, sum arbeiðið ikki hevur fleiri av á goymslu, og okkurt at hugna sær við t.d. bóltur ella neglalak ella dukka. Alt eftir hvat kyn ella aldri tey vóru í. Harafturat fingu tey bomm og tyggigumm. So vit vilja takkað øllum sum hava verið við til at geva. Tað var eini góð jól fyri børnini og tey vóru sera glað og takksom.
Nakað av peningi leyp av hóast 100 børn fingu so stórar gávur, men tað koma tit at hoyra meir um seinni.
søndag den 23. december 2007
Jólaheilsan
eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, takk fyri alt í brátt farna ári.
Ynskja Hallgerð og Hendrik
Barnagentur
Ein gleðisdagur
Tey vóru øll forvitin at vita hvussu har sá út.
Hallgerð var so tann, sum skuldi læra tær at brúka wc’ini og líknandi. Tað gekk bara væl og hon legði dent á, at nú var hetta teirra heim, so tær máttu fara væl um tað. Tey eru jú ikki von við at vatn er í krananum, wc-kummir, el og brúsir, so alt mátti forklárast gjølla.
Heilt einkult ting, so sum at reytt er heitt vatn og blátt er kalt. Eisini at tær máttu sløkkja ljósið, tá ið tær ikki vóru í kamarinum. Og at skrúva kranan fyri, tá ið tær vór lidnar at vaska hendur ella yvirhøvur at brúka vatnið.
Eftir rundvísingina, har tær fingu neyðugu upplýsingarnar, segði ein genta”Hetta er sum Amerika!”
Og so var tað sjálvandi tað mest spennandi, at fáa kamar. Genturnar eru 8 í hvørjum kamarið, ið ger at eitt kamar er tómt. Tær eru 5 stórar gentur og 3 smáar, so at tær stóru kunnu taka sær av teimum minnu. Summar av gentunum royndu brúsurnar við tað sama.
Malena hevði eisini upplýsingar til tær viðvíkjandi reingerð og at nú er ikki loyvt at ganga inni í skóm, bert inniskóm. Aftaná tað bað hon eina bøn og so fóru tær í gongd aftur við at rokast.
Hallgerð hevði eisini ábyrgdina av at merkja ær nýggju boksirnar og stólarnir, so at øll kunnu síggja at tað tilhoyrir gentuhúsinum og eingin kann taka tað.
Til boksirnar fekk hon John Kibet til at hjápla sær við at mála tali hjá gentunum á teirra boks. Til stólarnar skuldi hon brúka ein loddibolt, ið kom fram langt um leingi, men tá vóru stólarnir framvegis ikki komnir. So uml. Kl.14 byrjaði hon so at merkja teir 50 stólarnar, men hvat hendir, tá ið hon byrjar uppá nr.4 byrjar hann at kølna og riggar ikki meir. So vónandi skilja tit, hvat vit meina, tá ið vit siga at alt er ein annar kvalitetur her úti. So tað verður spennandi at vita nær ein nýggjur loddiboltur kemur fram, so merkingin kann halda fram.
Sólskinssøga
T.d. bara vatnið, sum vit høvdu við til Turkana, tað vísti seg at tað vóru fleiri, ið høvdu lyndi til at fáa sær av tí. So tað er sjáldan at vit uppliva tað øvugta.
Men 2 dagar aftaná túrin til Turkana var Hendrik niðri á nýggja gentuheiminum og skuldi gera okkurt. Tá spyr ein drongur hann ”Hvar er keppurin hjá tær?” Hendrik helt hetta vera ein løgnan spurning, men svarar so “Heima, hann er heima.” Drongurin spurdi so um hann átii tveir keppar og fór at flenna. Og fortaldi so, at kvøldið vit komu aftur úr Turkana, og vit vóru farin heim, lá keppurin eftir í bussinum á dúrkinum, so hann hevði tikið hann.
Dagin eftir hevði hann so vaskað hann og stongt hann inni í boksini, har hann goymir síni klæði til Hendrik kom aftur.
Hendrik hevði ikki lagt merki til at hann hevði mist keppi, men var glaður um at fáa hann aftur. Og enn tá reinan aftaná eina viku í Turkana.
mandag den 17. december 2007
Afturkomin ur Turkana
Vit foru ur Nakuru manadagin 10 des, vit skuldu mota kl 07:30, men vit vistu sum var, at alt er "pole pole" her, so vit mottu kl 08:00, men sum alt er her, so for bussurin ikki fyrr enn kl 11:30, og vit komu fram kl 00:30 um nattina. So tad tok 13 timar at koyra, og so foru vit at eta og at seta telt upp, so tad var ein langur dagur.
Vegirnir voru sera ofantaligir, so vit koyrdu uml. 40 km/t.
Har vit voru er eisini ofridarligt imillum stammurnar i umradnum, baedi har sum vit koyrdu og budu, ti tad er a markinum imillum Pokot og Turkana, so til tidir hovdu vit ein hermann vid i bussinum vid maskinbyrsu, AK-47.
Hirdarnir hja Pokot'unum, sum ansa eftir geitunum ganga vid stavi i adrari hondini og byrsu i hinari.
Tysdagin 11. hovdu vit motir, og voru eisini ein tur vid bussinum til eitt stort vatnverk, id ger streym til ein storan part av Kenya.
Mikudagin 12. kom Ford, id er prestur i kirkjuni i Nakuru. Hesin dagurin gekk eisini vid at hava motir i bygdini Kainuk, sum vit eisini budu i.
Hosdagin 13. foru vit til eina bygd 8 km longur norduri, har tey hava simpultn onki. Nokur hava eitt plagg og onnur tvey holut. Har er eingin matur, so tad tey liva av er heimabrygg, so tad nyttar einki at koma og siga at tey ikki skulu drekka, ti so mugu vit geva teimum okkurt at eta i stadin. Vit hovdu moti har og deildu klaedi ut, 62 folk blivu frelst, og vit plantadu eina kirkju har. Tad var odrvisi enn tad vit eru von vid, so nu er ein kirkja har undir einum trae. Og presturin i Kainuk er prestur har i fyrsta umfari. Ta id vit komu aftur til Kainuk hovdu vit eitt utimoti og eitt kvoldmoti.
Friggjadagin 14. koyrdu vit 80 km. nordureftir at hava motir, vit vitjadu 3 bygdir. Lokichar var tann nordasta og fyrsta. Har var ogiliga heitt, so vit royndu at halda okkum i skugganum til vit skuldu syngja a utimotini. Aftana moti toku vit utgerdina nidur og koyrdu vidari, beint adrenn naestu bygd pukteradu vit, so vit boru utgerdina og gingu tad sidsta pettid, har vit so hovdu eitt moti afturat. Har hevdi ein kona tamburin at spaela uppa, so Hallgerd fekk adra og so spaeldu taer. Ta id moti var lidugt, var bussurin klarur at koyra vidari. Og eftir stytri stedg i sidstu bygdini koyrdu vit heim.
Leygardagin 15. var "Game dagur" Har vit hovdu fotboltskapping og flogboltskapping imillum Trukana, Pokot og Nakuru. Tad var ein verkaetlan fyri at sameina stammurnar og skapa frid i umradnum.Vit svumu eisini i anni, id er markid millum Turkana og pokot. Tad var eisini ein godur dagur. Tey vaksnu, sum hovdu gingid a lesi og skrivi skulanum hja kirkjuni fingu eisini progv henda dagin. Ta id bussurin var a veg aftur til bygdina vid pokot lidnum punkteradu tey adrenn tey naddu fram. Og tad bleiv myrkt i somu stund, men ti betur var bussurin fullur av pokot'um, ti so gjordu pokot'arnir onki. Pastor Ford segdi at stadid bussurin stedgadi var tad vandamiklasta i umradnum. Og tad var reservahjolid til umvaeling, so ta matti onkur koyra ut eftir hjolinum, faa tad umvaelt og koyra aftur at seta tad uppa, og alt um nattina. So kl. 3:00 komu tey aftur til Kainuk.
Sunnudagin 16. skuldu vit vera klar at fara kl. 07:00, men vit foru ikki har fra fyrr en kl 09:30, og voru i Nakuru kl 23:30. Tad var ein hardur dagur, ti bussarnir eru ikki sum Askham bussar ella liknandi, nei teir eru utslitnir Isuzu. So dintlarnir voru hart vidfarnir eftir 13 timar vid hoppivegum og i dag kennist tad eisini a rygginum. So i dag hava vit sovi inn aftur og keyt inn og slappa av.
Annars var tururin fullur av avbjodingum, m.a. punkteradi bussurin 3 ferdir, og tok tad uml. 2 timar at skifta hjol, her eru folk ikki von vid at skunda sar. Badir generatorarnir fingu maskinskada, tad mattu Hendrik og Josva taka saer av, og annar hatalarin brast, ti tad var ov hart fra. Alt ein minningarrikur turur.
Nu royna vit at stakast til Jola, id er beinan vegin.
søndag den 9. december 2007
Turkana i morgin
Sum vit hava hoyrt so kanst tu gott hava pengar at keypa okkurt fyri, men har er onki at keypa, so vit hava nogv vid fra Nakuru.
Ein sum hevur verid har fleiri ferd fortaldi at hon spurdi um WC og svari hon fekk var "Everywhere, it's everywhere"
So vit vera ikki at faa fatur i i eina viku. Har er einki samband vid telefon.
Vonandi faa vit ein godan og hendingarikan tur, i dag hava vit keypt nokur chips eyka at hava vid.
Mia er eisini komin, so tad er ordiliga stuttligt. Vit fara at hava tad nakad stuttligt. Men tad er eisini nokkso okent og scary:-)
Havi tad gott!
tirsdag den 4. december 2007
Busia
Busia er eitt AIDS rakt okid, og tey vit vitjadu, hovdu eina dottir, sum hevur AIDS, men at ti at tad var uppdagad, so faer hon goda vidger. Hon faer eisini mat, id inniheldur sera nogvar A vitaminir.
Vit budu i einum mursteinshusid, id ikki var lidugt. Sonurin i husinum hevdi bygt, men busettist ongantid har. Hann byr i einum byi, Bungoma.
Vit sluppu so at ganga i gjognum sjambairnar har, tad minnir um gerdi, har tey dyrka ymiskt.
Og vit vitjadu eisini i nogvum heimum sunnudag seinnapart.
Um kvoldid vistu vit film, og tad komu yvir 1000 folk.
I ollum myrkinum komu bara folk ur ollum aettum.
A veg heim vitjau vit Birgitte og Soren Pedersen i Eldoret, tey hava eitt verkstad har tey byggja kirkjukonstruktionir og tok. Tad er eitt stort arbeidi. Sidsta ar bygdu tey 186 kirkjur, gjordu konstruktionina og taki sum byggisett og foru ut og settu tad upp. Tey hava sjalvandi nogv folk i arbeidi.
I ar hava tey fingid studul til at byggja 100 kirkjur, id skulu setast upp i muslimskum umradi, tad verdur serliga i sudur Sudan.