tirsdag den 8. januar 2008

Neydhjalp i Nakuru

Hesa vikuna til og vid hosdegnum samla vit eisini inn, so at vit kunnu vera vid til at hjalpa ollum teimum flottarfolkunum, sum eru komin og framvegi koma til Nakuru. Lindini ringdi til malenu hesum vidvikjandi, so moguliga tann samtalan verdur endursend.
vit hava sent kontonr. til nokur sum vit hava e-mail addr. hja, mn tiverri hevdi bankin givid okkum skeivt tal, so seinasta talid skal vera 5 og ikki 9. Haldid okkum til godar.
Hallgerd og Hendrik

Gongd komin a, men to....

Hey har heima
Nu eru vit so byrja at arbeida aftur, men vit renna altid inn i okkurt sum ikki er sum heima. Vit foru oman a barnaheimi i dag. Hallgerd skuldi byrja vid at gera smakakur og at laera genturnar og kokkin i kokinum i nyggja gentuheiminum. Tey hava ein storan nyggjan ovn, so tad var spennandi. Tey gjordu deiggi, og tendradu ovnin, so hann kundi hitast, men adrenn tey fingu sett smakakurnar i, var forleingjarin, onkur hevdi sett i millum, kortsluttadur. Elektirkarin var har so hann setti so ovnin ordiliga til, men ta id smakakurnar hovdu verid i i 4 min riggadi tad heldur ikki. So vit mistu pippi eina lotu. Hendrik vildi gera pappir, men har var einki vatn i dag. Vaentandi mugu vit keypa vatn i morgin, ti tad manglar vatn allastadni.

Vit gera smakakurnar til at selja. Vit hovdu eina roynd fyri jol og i einum handli hava vit bara selt smakakurnar. Taer voru i krukkum, men nu vilja vit royna at pakka taer fyra og fyra i hvonn posa, ti afrikanarar eru ikki vanir vid at keypa nogv a gangin. Og sjalvandi so er i summum forum ov dyrt fyri tey at keypa i storum.
Hetta skal i framtidini vera ein inntoku fremjandi verkaetlan.

onsdag den 2. januar 2008

Nakuru 2. jan

Hey tit har heima.
Vilja bara siga, at vit hava tad gott. Kanska onkur hoyrdi Hendrik i UF i morgun, tad verdur helst endursent i kvold.

Her er alt byrja sina vanligu gongd, folk eru til arbeidis o.s.v., men tad er um kvoldid raeduleikarnir ganga fyri seg. Vit hava hoyrt, at nu gera Luo og Kikuyu seg bara inn a hvonn annan, vid at stjala fra hvor odrum og drepa familju hja hvor odrum. Hetta er ikki almenn tidindi vit hoyra, men fyrrverandi gotudreingir fortelja hvat hendir. Teir siga at tad gongur mest ut yvir liv a bornum og kvinnum, alt i slummunum. Men enn einaferd hetta hendir alt um kvoldid, so vit kenna ikki til hetta. Tey siga, at sjalvt politiid heldur seg vekk ta. Nu er fridarligt vid barnaheimi, men stridi hevur flutt seg longur ut ur bynum. Motsattan veg sum vit bugva, so tad fer longur og longur vekk fra okkum.

Ein taxaforari, id onkuntid koyrir okkum, fortaldi okkum at hann um mogrunin 31. des. fann 5 lik uttanfyri husid hja saer, og av ti sama valdu tey at flyggja. Bornini eru nu a einum stad og hann og konan a einum stad. Ja vit nyta taxi nu fyri at vera so trygg sum gjorligt.

I morgin hevbur ODM boda fra fridargongu, sum summi kalla tad, medan sjonvarpid her kalladi tad bonarmoti. To vaenta oll okkurt raeduligt, so i morgin vera vit heima.

I morgun fortaldi beiggi Michael, at blod framvegis rann ur oyranum. Er tad tekin upp a brostna trummuhindu? Kan nakad gerast? Rontgenmynd og adrar royndir vistu onki. Hann sigur tad skrovar i oyranum. Men hann er byrjadur at eta og koma fyri seg.

mandag den 31. december 2007

Michael

Alice, arbeiðsgentan hjá Susanne og Leif, var her sunnudagin 30. Des. Og vit avgjørdu at fara í hennara kirkju, so hon fór heim at skifta og vit skuldu møtast í kirkjuni. Vit fóru so í kirkju, men kundu ikki fáa eyga á hana.
Í dag fortelur hon: Á veg heim at skifta fekk eg hesi tíðindi: Sonur mín Michael var á veg heim,tað var um kvøldið kl. 8.30. Hann hevði vitjað abba sín í Rhonda. Av tí at ongin matatu koyrdi, bjóðaði abbin honum at sova har, men hann segði onki fór at henda honum. Hann fekk so ein matmatu til býin, men frá býnum til Lanet var ongin matatu. So tríggjir menn komu móti honum og bóðu um mappuna, koyrikort og fartelefonina. Og so byrjaðu teir at banka hann, tí hann ongar pengar hevði til teir, tí har vóru eingir pengar í mappuna. Teir slóu hann í høvdið, teir brúktu eisini knív móti tinningini. Teir eftirlótu hann, teir hildu hann var deyður, men tá ið fólk sóu hann liggja í býnum um morgunin, royndu tey at tosa við hann, so hann gav teimum nummarið hjá mær,men eg svaraði ikki, so tey roynd at ringja til dóttir mína og hon ringdi til mín. Morgunin eftir rann blóð úr oyranum, og hann spýði blóð. So henda morgunin fekk eg boðini. Og eg mátti fara við honum á sjúkrahúsið, har hann bleiv kannaður og fekk resept, men einki apotek var opið, so eg kundi ikki keypað nakað medcin. Rokningin á sjúkrahúsinum kostaði 5000 kshs, ið eg hevði samlað til ein kúgv. Eg hevði ætlað at keypa eina kúgv fyri pengarnar, tí hvønn mánaða brúka vit 600 kshs til mjólk. Og nú kostar kúgvin 15000 kshs, men um 2 mðr kostar hon 20000kshs.
Men í dag hevur onkur keypt medisin fyri meg.

Valið

Í gjár 30. Des. Var úrslitið av valinum kunngjørt. Mwai Kibaki var kunngjørdur sum presidentur. Men tað var ikki so einkult. Úrslitini vóru alt ov nógv seinkað, sum skapti øsing. Flokkar søgdu at ECK (Election Commision of Kenya) snýtti við at leggja atkvøður afturat hjá mótpartinum. Ein av flokkunum segði seg eisini hava prógv. Men ECK kunngjørdi presidentin og segði at prógvini máttu roynast í rættinum, tí hatta var ikki partur av arbeiðinum hjá ECK.
Av tí at Raila hevði ligið framman fyri allatíðina gjørdi tað fólk mistonksom. Politikkararnir vóru sera avslappaðir í hølunum, har teir bíðaðu eftir úrslitinum, men tá ið teir tosaðu í sjónvarpinum vóru teir óðir, so tað var eisini við til at øsa fólki. Í fleiri býum vóru mótmælisgongur og tey byrjaðu at brenna bál. Í summum býum brenna tey hús, men tað er ilt at siga hvat orsøkin er. Tey eru møguliga byrja í smáum, men tað hevur vundið upp á seg, haldi eg. Í Kisumu er ein maður skotin og í Kuria eru tvey fólk dripin.

kamping

Valdagin 27. Des. Fóru vit so á kampingtúr. Hann byrjaði viða t vit koyrdu framvið nøkrum valstøðum, har vit sóu Km langar køir, men fólk vóru sera tolin og stóðu í køini sera friðarlig og uttan trupulleikar. Vit fóru so til eina lítla national park, ið er eitt friðað náttúru økið, ið kallast Hell’s Gate. Navnið kemst av at dampur og heitar keldur koma úr undirgrundini, tí hava fólk hildið at staðið var portrið til helvitið.
Har koyrdu vit so runt og sóu ymiskt og fóru eisini ein gongutúr, í eini gjógv við heitum keldum. Tað var eitt upplivilsi, har var nakað knorklut, men jú á berum bibbum, so gekk alt væl. Hetta er ein av teimum fáu parkunum, har ein kann súkkla ella ganga. Aftaná túrin í parkini fóru vit at leita eftir einum kampingplássið og tað funnu vit. Tað er tað besta vit nakrantíð hava sæð her úti. Har vóru verulig WC-kummur, við vatni og øllum. Har var heitt vatn í krananum go í brúsunum, ið varð hita við tað at rørini gingu gjøgnum eitt bál. So tað var ordiliga lekkurt. Heitar brúsur og eisini ein svimjihylur. Har slappaðu vit so av og royndu at fylgja við valinum. Valstøini høvdu stongt yvirraskandi tíðliga, tí væntaðu øll úrslitið sera skjótt.
Dagin eftir riðu Hallgerð, Hendrik, Jens og Josva ein túr. Ein bleiv nakað eymur um dintilin, men alt í alt ein hugnaligur túrur. Eftir túrin løgdu vit okkum við “poolin” men sólin rýmdi og regni kom ógvuliga skjótt aftaná, so vit avgjørdu at koyra ein túr at leita eftir eini matstovu. Vit fóru inn á fínar lodgir, har tað var ov dýrt á afrikanskar matstovur, har tað var ov bíligt, tvætl har tey bara høvdu høsnarunga og chips, so til seinast vóru vit sera svong. Tá leitaðu bara eftir onkrum og vit sóu eitt skilti, har tað stóð flótandi matstova. Vit koyrdu so eftir skiltinum, men tað sá einki út alt vit koyrdu framvið var gamalt og forfallið, vit náddu so fram til eina brúgv. Vit gingu út eftir brúnni, sóu eitt hús fyri endan, men heldur ikki tað sá nakað serligt út. Tí vóru vit sera yvirraskað, tá ið vit komu inn í eina ljósa, lítla matstovu. Matstovan var ein flakið á Lake Naivasha, lítil men hugnaligur. Sevini vóru allan vegin rundan um og alt var vakurt og reint inni. Tá fingu vit okkara leitan afturløntað.
Dagin eftir vaknaðu vit í taltinum, ótu morgunmat, pakkaðu saman og koyrdu til Nakuru, men úrslitið til valið var framvegis ikki komið.

Jólini

Jólaftan fingu vit góða kalkun við bacon, eplum, brúnkaðum eplum og reyðkál og sós heima hjá Malenu og jens. Ja tað var sera sera sera vælsmakkandi. :o) Eftir døgurðan lósu vit jólaevangeliið og so var farið undir gávurnar. Tað vóru nógvar, sæð í mun til at vit eru so langt burtur frá familju. Seinni fingu vit so rís a la mande og kirsubersós, har greytrísið og sósin vóru komin allan vegin úr Danmark, tí slíkt fæst ikki her.
Jóladag fóru vit í kirkju kl.10-11:30 tað er stytsta gudstænasta vit hava upplivað herúti. Har var pyntað til jóla, so tvær stórar greinar vóru jólatrø, sum síðan vóru pynta við ljósum og ketum. Tað var undarligt at síggja, at afrikanarar, sum annars pynta seg óført hvønn sunnudag til at fara í kirkju, ikki vóru nakað serliga pyntað henda dagin.
Kl. 16 skuldi okkara fest so byrja, men tá vóru sudanesisku flóttafólkini, ið eisini brúka kirkjuna, ikki liðug við sína gudstænastu. So uml. 16.30 sluppu vit í gongd við at pyntað kirkjuhølið, ið vit brúktu til veitsluna, tí vit vóru so mong. Vit settu jólatræ upp, sum vit høvdu bílagt úr Nairobi, 3m høgt. Tað varð so pyntað við jólaperum, kúlum, klokkum og silkibandssloyfum. Glitur var hongt í vindeyguni og á borðið.
Síðan byrjaði veitslan við góðum afrikanskum mati og sodavatn. Vit komu eisini til gávur, ar børnini fingu mest og síðan starvsfólk og vaksin, sum fyrr búðu á heiminum og teirra børn. Har vóru gávur frá arbeiðinum, frá einum vini í Danmark kallað Anne Katrine og so frá føroyingum. Gávan frá føroyingum, var peningur frá ymiskum fólkum sum hava givið. Tað er serliga Mia Jacobsen, ið hevur staðið fyri tí. Føroyingar góvu nógv, tí høvdu vit møguleika til at keypa jólatræið, sum tey nú kunnu brúka framyvir, jólapynt og gávur. Í gávuni frá føroyingum var undirklæði, sum tey altíð mangla, buksur, sum arbeiðið ikki hevur fleiri av á goymslu, og okkurt at hugna sær við t.d. bóltur ella neglalak ella dukka. Alt eftir hvat kyn ella aldri tey vóru í. Harafturat fingu tey bomm og tyggigumm. So vit vilja takkað øllum sum hava verið við til at geva. Tað var eini góð jól fyri børnini og tey vóru sera glað og takksom.
Nakað av peningi leyp av hóast 100 børn fingu so stórar gávur, men tað koma tit at hoyra meir um seinni.

søndag den 23. december 2007

Jólaheilsan

Væntandi vera vit ikki á internetinum aftur áðrenn jól, tí vit hava nógv at fyrireika, so vit vilja hervið ynskja tykkum

eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, takk fyri alt í brátt farna ári.

Ynskja Hallgerð og Hendrik

Barnagentur

Fleiri av tykkum hava kanska hoyrt um Susan, sum eisini er upp á Gadedrengen fra Nakuru. Hon er fyrrverandi prostituerað, men er nú útlærd hárfríðkanar- og vakurleikakvinna. Hon arbeiðir hvønn dag og hevur langar dagar, hon hevur tveir synir og skal orna alt heima sjálv, tí hon ikki hevur eina arbeiðsgentu fyri tíðina. So hon fer tíðliga upp. Vaskar og vaskar klæði, ger døgurðan kláran og fer so til arbeiðis. Nú skúlin hevur frí er hennara systurdóttir og hjálpir henni, so hon ansar eftir dreingjunum, hitar døgurðan og gevur dreingjunum. Tá ið Susan so kemur aftur um kvøldið, ger hon nátturða og vaskar upp og so at sova. Av tí sama og av tí at arbeiðsgevarin vil at hon skal vera til arbeiðis so nógv sum møguligt í Desember, tí tað er nógv at gera, so vóru vit barnagentur frá fríggjadegnum til leygardagin. Vit bjóðaðu okkum til at taka dreingirnir heim við, so kundi hon slappa eitt sindur av, og sova longri. Tað var bara stuttligt, teir eru ikki vanir við at fáa joghurt hvønn dag, so teir vóru eitt sindur forkelaðir. Systurdóttirin var eisini við, so hon kundi hjálpa okkum, tí teir duga ikki so væl enskt enn.

Ein gleðisdagur

Ja tað var veruliga rómur og gleði, tá ið genturnar fríggjamorgunin byrjaðu at flyta inn í nýggja húsið. Tær bóru madrassur og klæði og øll teirra ting inn, við hjálp frá dreingjunum, sum eisini vóru spentir.

Tey vóru øll forvitin at vita hvussu har sá út.

Hallgerð var so tann, sum skuldi læra tær at brúka wc’ini og líknandi. Tað gekk bara væl og hon legði dent á, at nú var hetta teirra heim, so tær máttu fara væl um tað. Tey eru jú ikki von við at vatn er í krananum, wc-kummir, el og brúsir, so alt mátti forklárast gjølla.

Heilt einkult ting, so sum at reytt er heitt vatn og blátt er kalt. Eisini at tær máttu sløkkja ljósið, tá ið tær ikki vóru í kamarinum. Og at skrúva kranan fyri, tá ið tær vór lidnar at vaska hendur ella yvirhøvur at brúka vatnið.

Eftir rundvísingina, har tær fingu neyðugu upplýsingarnar, segði ein genta”Hetta er sum Amerika!”

Og so var tað sjálvandi tað mest spennandi, at fáa kamar. Genturnar eru 8 í hvørjum kamarið, ið ger at eitt kamar er tómt. Tær eru 5 stórar gentur og 3 smáar, so at tær stóru kunnu taka sær av teimum minnu. Summar av gentunum royndu brúsurnar við tað sama.

Malena hevði eisini upplýsingar til tær viðvíkjandi reingerð og at nú er ikki loyvt at ganga inni í skóm, bert inniskóm. Aftaná tað bað hon eina bøn og so fóru tær í gongd aftur við at rokast.

Hallgerð hevði eisini ábyrgdina av at merkja ær nýggju boksirnar og stólarnir, so at øll kunnu síggja at tað tilhoyrir gentuhúsinum og eingin kann taka tað.

Til boksirnar fekk hon John Kibet til at hjápla sær við at mála tali hjá gentunum á teirra boks. Til stólarnar skuldi hon brúka ein loddibolt, ið kom fram langt um leingi, men tá vóru stólarnir framvegis ikki komnir. So uml. Kl.14 byrjaði hon so at merkja teir 50 stólarnar, men hvat hendir, tá ið hon byrjar uppá nr.4 byrjar hann at kølna og riggar ikki meir. So vónandi skilja tit, hvat vit meina, tá ið vit siga at alt er ein annar kvalitetur her úti. So tað verður spennandi at vita nær ein nýggjur loddiboltur kemur fram, so merkingin kann halda fram.